Í sambandi við nærveruvikuna í viku 44 á Glasi, skipaði bókasavnið fyri bókakviss á bókasavninum.

Her skuldu næmingar svara 10 spurningar. 25q hevði ikki færri enn allar spurningarnar rættar, og vit ynskja teimum hjartaliga tillukku. 

Niðanfyri eru spurningar til kvissina, so til ber at royna seg, hóast onkrir av spurningunum eru rættiliga lokalir, m.a. hvussu nógvir bókavarðar og -vørðar eru á bókasavninum á Glasi.

Niðanfyri er ein mynd av einum av bókavarðunum, sum vórðu gjørdir í sambandi við nærveruvikuna.

BÓKAKVISS 2025

1. Hvør skrivaði Móðir Sjeystjørna?

2.  Hvør føroyskur rithøvundur vann Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í ár?

3.  Seinast ein føroyingur vann hesa virðisløn var í 1986, tá Rói Patursson vann fyri bókina Líkasum. Hvat tekstaslag er Rói mest kendur fyri at skriva?

4. Hvør danskur sangari hevur skrivað stóru bókina, sum oftast liggur á borðinum á bókasavninum?

5. Nevn eitt føroyskt forlag.

6. Hvussu nógvir bókavarðar eru á bókasavninum?

7. Hvør er forfólk í rithøvundafelag Føroya?

8. Hvør hevur skrivað krimisøgurnar List og Lygn?

9. Hvussu eitur føroyska mentanarritið sum í 2021 hátíðarhelt sín 100 ára føðingardag?

10. Hvussu nógvir bókavørðir eru á bókasavninum á Glasi?