Onki úrslit
Loading Events

« All Events

  • This event has passed.

FM í Ungt Virki

mars 25, 2022

Ungt Virki er eitt tilboð til allar miðnámsskúlanæmingar í aldrinum 15-25 ár, sum ynskja at læra, hvussu tey kunnu menna nýggjar vørur og tænastur frá hugskoti til veruleika, og hvat skal til fyri at stovna og reka egið virki.

Ungt Virki skipar á hvørjum ári fyri íverksetaratiltøkum á føroysku miðnámsskúlunum í samstarvi við m.a. Mentamálaráðið, Vinnumálaráðið, Betri, Vinnuhúsið, Íverksetarahúsið, Hugskotið, Fróðskaparsetrið, vinnulívið og miðnámsskúlar. Í hesum sambandi fáa næmingarnir ráðgeving frá Betri, Íverksetarahúsinum og Hugskotinum, og fáa harumframt fíggjarligan stuðul frá Betri í sambandi við tiltakið, FM Ungt Virki.

 

FM Ungt Virki – 2022

Seinnu nógvu árini hevur tiltakið verið hildið í SMS, men í ár er avgerð tikin um at hava tiltakið á Glasi – tiltakið er tó óbroytt í mun til undanfarin ár.

Tilsamans hava 24 bólkar úr Havn, av Kambsdali og úr Klaksvík við millum 3-5 limum meldað seg til tiltakið í ár. Í fjør kappaðust ”bert” 12 bólkar.

 

Vinnarin av Ungum Virki 2022 fer at umboða Føroyar í altjóða kappingini ‘Young Enterprise 2022’ síðst í apríl í Keypmannahavn.

 

Næmingar, lærarar og vitjandi fáa høvi at hoyra eina rúgvu av spennandi framløgum í Atrium og vitja teir nógvu forkunnugu básarnar, sum verða settir upp á 3. hædd. Øll eru hjartaliga vælkomin!

Meira kunning um tiltakið kemur seinni.

Details

Date:
mars 25, 2022
Event Category:
Yvirlit

Henda heimasíða nýtir farspor, fyri at veita tær best møguligu uppliving. Farspor verða goymd í tínum kaga, sum m.a. ger tað møguligt, at kenna teg aftur, tá tú kemur aftur til heimasíðu okkara, og hjálpa okkum at skilja, hvørjar partar av heimasíðuni tú finnur mest áhugaverdar.