Bygningsumsitingin á Glasi søkir húsavørð til fulltíðarstarv at byrja skjótast gjørligt. Vit leita eftir einum húsavørði, sum hevur royndir og útbúgving sum handverkari. Framhaldandi útbúgving, eitt nú sum maskinmeistari, kann verða ein fyrimunur.

UPPGÁVUR

Uppgávurnar, sum húsavørðurin skal røkja, eru fjøltáttaðar. Viðkomandi skal m.a.:
–       hava umsjón við bygningunum
–       røkja bygningarnar og økini kring bygningarnar
–       hava eftirlit við hita- og vatnskipanum
–       hava dagliga ábyrgd av tekniskum innleggingum
–       gera hølir klár í sambandi við undirvísing, próvtøkur og tiltøk

FØRLEIKAR

Umframt at duga at arbeiða sjálvstøðugt og at samstarva við bæði starvsfólk og næmingar, skal tann, ið settur verður:
–       duga at loysa trupulleikar, tá ið á stendur
–       vera fyrikomandi og hava gott handalag
–       hava útbúgving sum handverkari ella samsvarandi útbúgving
–       hava KT-førleikar á brúkarastigi

LØN OG TREYTIR

Starvið er fulltíðarstarv at seta frá 15. september ella skjótast til ber. Setanarstaður er Glasir. Lønar- og sáttmálaviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Havnar handverkarafelag ella Starvsmannafelagið. Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Álv Jøkladal á tlf. 56 80 01 ella senda teldupost til alj@glasir.fo.

UMSÓKN

Umsókn skal, saman við CV, avriti av prógvum, viðkomandi skjølum og møguligum viðmælum, sendast til alj@glasir.fo í seinasta lagi fríggjadagin 09. september 2022.