Onki úrslit

    Søk inn á miðnám og yrkisnám 2026

    Ynskir tú at søkja inn á gymnasialt miðnám ella á eina yrkisútbúgving á Glasi? Frá sunnudegnum 15. februar til 15. mars ber aftur til umvegis Vangan hjá Undirvísingarstýrinum at søkja inn á gymnasialt miðnám og yrkisútbúgvingar til komandi skúlaár.

    Umsókn um Vangan krevur, at tú hevur talgilda Samleikan. Hevur tú onkursvegna ikki tað, ella hevur tú ikki føroyskt p-tal, ber til at taka umsóknarblað niður umvegis hetta leinkið og senda tað til Glasir antin sum bræv ella teldupost.

    Freistin at søkja er 15. mars 2026.

    Vegleiðing frá Undirvísingarstýrinum til at søkja

    Til ber at lesa um útbúgvingarmøguleikarnar á Glasi í útbúgvingarfaldaranum hjá okkum niðanfyri ella á heimasíðuni á teiginum útbúgvingar.

    Vælkomin á Glasir.

    Yvirlit

    Henda heimasíða nýtir farspor, fyri at veita tær best møguligu uppliving. Farspor verða goymd í tínum kaga, sum m.a. ger tað møguligt, at kenna teg aftur, tá tú kemur aftur til heimasíðu okkara, og hjálpa okkum at skilja, hvørjar partar av heimasíðuni tú finnur mest áhugaverdar.