“Vilt tú gera tær eina mynd av framtíðini, kanst tú ímynda tær ein stivla, ið traðkar eitt mannaandlit undir fóti – og gevst ikki.”

― George Orwell, 1984 (partur 3, kap. 3)

Hetta er skakandi sitat úr dystopisku framtíðarskaldsøguni “1984” skrivað av George Orwell. Ein klassikari, sum fyrst kom út í 1949, og sum enn vekir miklan ans í dag og er ein besti seljari hjá Amazon 2017 og 2021. Í 2020 var bókin útgivin á føroyskum av Sprotanum, ið Knút Olsen hevur umsett.

Í “1984” er heimurin, sum vit kenna hann, deildur upp í tríggjar heimspartar: Oseania, Evrasia og Eysturasia. Allir tríggir heimspartar hava verið í einum endaleysum kríggi móti hvørjum øðrum í 25 ár. Lesarin fylgir 39 ára gamla Winston, ið livir í vesaldómi í Oseania, har Flokkurin ræður yvir øllum gerðum og tonkum. Livihátturin er tí merktur av eftirliti, ótta og ómenniskjansleika. Hugmyndafrøðin hjá Flokkinum kallast ENSOS (nýmál fyri ensku sosialismuna) og teirra trý slagorð kunnu einans skurra í oyrunum:

“KRÍGGJ ER FRIÐUR, FRÆLSI ER TRÆLDÓMUR, FÁVITSKA ER STYRKI.”

Í einum heimi, har fanatisk nationalisma er minsta kravið, stendur tað illa til, tá ið vreiði mótvegis Flokkinum birtast í Winston, og lesarin verður skjótt drigin við í spenningin, tí avleiðingarnar eru stórar, um hann verður uppdagaður.

Vert er at bíta merki í, at “1984” er skrivað út frá veruligum hendingum, og at Orwell fekk íblástur til hana frá egnum upplivingum í spanska borgarakrígginum og frá viðurskiftunum í hansara tíð, so sum 2. heimsbardaga og atombumbuálopunum í Japan í 1945. Eisini hevur propagandaorðingin í bókini, ið ljóðar: “2 + 2 = 5” verið eitt veruligt politiskt slagorð, ið varð nýtt av Sovjetsamveldinum í 1931. Tað er tá spennandi at síggja, hvussu Orwell nýtir kunnleika sín at skriva eina sannførandi lýsing av, hvussu totaliter samfeløg kunnu festa røtur.

Eitt, sum er øðrvísi við hesari bókini er, at vit ikki fáa tað, ið vit vilja, men vera tó tikin av bóli av tí ‘øðrvísna’, men dúgliga ser-hugflognum hjá George Orwell. M.a. hevur kenda orðingin “Stóribeiggi hevur eyguni við tær” (á eingilskum máli “Big brother is watching you”) uppruna úr hesi bókini, og hon verður brúkt í fleiri høpum í dag, sum tey flestu kenna til. Til dømis hava fleiri filmar og seriur heitið “Big Brother”.
Finnbogi, Joan og Rebekka E.
Tað er serliga áhugavert, hvussu samfelagið í Oseania spælir við huganum hjá lesaranum, og hvussu ein fer at samanbera við sítt egna samfelag. Millum mangt annað, leiddust tankarnir til dokumentarfilmin “The Social Dilemma” frá 2020, sum ger samfelagið í “1984” eitt vet meir ræðsluvekjandi. Dokumentarurin vísir m.a. hvussu sosialu miðlarnir kunnu lættliga misnýta og stýra atburðin hjá fólki við at brúka menniskjaligu eginleikar teirra ímóti teimum, eins og vit síggja Flokkin stýra fólkinum við at manipulera við lyndi teirra á alskyns hátt til egnan fyrimun.

Og hvussu síggja vit “veruleikan”? Hóast upplýsingar aldrin hava verið so atkomiligir sum nú, kunnu flest fólk kenna seg aftur í Winston, tá ið hann er noyddur at vera árvakin, seta spurnartekin og sjálvur finna fram til “sannleika”, tí upplýsingar verða so ofta manipuleraðir, falsaðir ella beinleiðis framleiddir.

Bókin “1984” kann tó vera sera døpur og hugtyngjandi og samstundis er menniskjafatanin ógvuliga døpur. Dystopiskir klassikarar eru kanska ikki yndis te-muðurin hjá einum og hvørjum, men tó fer spurningurin um hóttandi totalitarisma, kúging, propaganda, sjálvstøðug hugsan v.m. helst altíð at vera viðkomandi fyri øll menniskju. Og hóast heitið ikki júst bendir á tað, eru temuni í “1984” í veruleikanum tíðarleys.

Men kanska hevði tað verið skilagott at kanna málið nærri sjálvur? Ummælið kundi jú verið Fake News/propaganda, right?

– Skrivað hava Finnbogi, Joan og Rebekka E. úr 18x