
Góð byrjan
– Innleiðsla í KT
Vælkomin
Nógv nýtt er at læra og venja seg við fyrstu tíðina sum nýggjur næmingur á Glasi. Men stúr ikki!
Her á síðuni fært tú hjálp og vegleiðing til nakrar av mest vanligu byrjanaravbjóðingunum innan KT í skúlahøpi á Glasi.
Síðan er býtt upp í fimm partar. Fyrstu fýra partarnir hava eina stutta lýsing av aktuellum evni við videobrotum, figurum og uppgávum. Í fimta parti verður tikið samanum.
Byrja við 1. parti, far síðani til 2. part o.s.fr.
Loys uppgávurnar í hvørjum parti í givnari raðfylgju.
Loys allar uppgávurnar í einum parti, áðrenn tú opnar næsta part.
Fyrireiking
Áðrenn tú fert í gongd, hevur tú heintað og installerað á fartelduna hjá tær:
- skriviborðsappina av Word
- MS 365 (Microsoft 365) við tínum Glasir-brúkara
- OneDrive-Glasir
Tú skalt brúka:
- blýant/penn
- farteldu
- hoyritelefonir til fartelduna
1
tímaglasið

Vitja
Vitja tað høli og ta tænastu á skúlanum, sum fyriskiparin ásetur. Her fáa tú og tínir floksfelagar eitt ark hvør við einari avbjóðing, umframt kunning um møguleikar o.a. á aktuella staðnum.
Far aftur í flokshølið, tá tit hava loyst avbjóðingina. Tak títt eintak av arkinum við tær.

Intro
Ein av nýggju pallunum, tú kemur at kunna teg á dagliga, er “Tímaglasið”. Her finnur tú t.d. tímatalvu, uppgávu- og fráveruskráseting, fráveruyvirlit, floksmyndir og annað.
Hesum arbeiðir tú við í øðrum parti.
Tá tú hevur hugt at videobrotinum niðanfyri, er klárt at fara í holt við uppgávurnar og uppdaging inni á Tímaglasinum.
Uppgávur
1.A
Um at rita inn í Tímaglasið og finna tímatalvu og skúlating.

Hygg eftir

Royn teg
- Rita inn á Tímaglasið
- Finn tímatalvuna inni á Tímaglasinum
- Finn skúlatingini frá læraranum fyri tíman, sum fyrskiparin hevur skrivað á talvuna
- Trýst á leinkið til LES/Moodle
- Rita út úr LES/Moodle
2
GRUNDLEGGJANDI KT

Vitja
Vitja tað høli og ta tænastu á skúlanum, sum fyriskiparin ásetur. Her fáa tú og tínir floksfelagar eitt ark hvør við einari avbjóðing, umframt kunning um møguleikar o.a. á aktuella staðnum.
Far aftur í flokshølið, tá tit hava loyst avbjóðingina. Tak títt eintak av arkinum við tær.

Intro
Kann tað tykjast fløkjasligt at finna út av, hvussu og hvar tú skalt goyma tilfar frá undirvísingini? Ella stílin, sum tú skrivar?
Nær skal eg goyma hvar? Hvat er OneDrive? Hvat merkir tað at goyma “lokalt á telduni”?
Og hvussu goymi og skipi eg tilfarið, so eg skjótt og lætt finni røttu fíluna aftur?
Hesum arbeiðir tú við í hesum fyrsta partinum.
Hygg eftir videobrotunum niðanfyri og ger tilhoyrandi uppgávurnar, so alt hetta gerst greiðari fyri tær.
Uppgávur
2.A
Um “OneDrive” og “Denne pc” og at skipa talgilt tilfar í mappur.

Hygg eftir
Vel tína stýriskipan fyri viðkomandi videovegleiðingar.
Windows
Mac
Yvirlit yvir mappustruktur

Royn teg
- Stovna eina høvuðsmappu við heitinum “Skúli”
- Stovna eina fakmappu við heitinum “Føroyskt”
- Stovna tríggjar undirmappur við heitunum “Undirvísingartilfar”, “Innlatingar” og “Notur”
2.B
Um at navngeva og goyma fílu.

Hygg eftir
Vel tína stýriskipan fyri viðkomandi videovegleiðingar.
windows
mac

Royn teg
- Opna Word-forritið, sum liggur á telduni (ikki online-útgávuna)
- Stovna nýtt skjal
- Goym skjalið við heitinum “Skjal til læraran” í undirmappuni “Notur”
- Lat skjalið aftur
- Stovna enn eitt nýtt skjal
- Goym skjalið við heitinum “Roynd at lata inn” í undirmappuni “Innlatingar”
2.C
Um at leita eftir fílu, sum tú hevur goymt.

Hygg eftir
Vel tína stýriskipan fyri viðkomandi videovegleiðingar.
windows
mac

Royn teg
- Lat upp “Stifinder”
- Finn fíluna “Skjal til læraran” við brúka leititeigin í “Stifinder” eins og videobrotið vísir
- Opna fíluna
- Lat fíluna aftur
- Lat “Stifinder” aftur
3
LES/moodle

Vitja
Vitja tað høli og ta tænastu á skúlanum, sum fyriskiparin ásetur. Her fáa tú og tínir floksfelagar eitt ark hvør við einari avbjóðing, umframt kunning um møguleikar o.a. á aktuella staðnum.
Far aftur í flokshølið, tá tit hava loyst avbjóðingina. Tak títt eintak av arkinum við tær.

Intro
Hvar finni eg undirvísingartilfarið? Hvussu heinti eg tað? Og hvar og hvussu skal eg lata uppgávur inn í ymisku fakunum? Alt hetta gert tú á pallinum LES/Moodle.
Inni á LES/Moodle finnur tú undirvísingarsíður hjá einstøku fakunum.
Hesum arbeiðir tú við í triðja parti.
Tá tú hevur hugt eftir videobrotunum undir hesum og loyst uppgávurnar, sum hoyra til, hevur tú svarið uppá spurningarnar.
Uppgávur
3.A
Um at rita inn í LES/Moodle og fara inn á rætt fak.

Hygg eftir

Royn teg
- Rita inn í LES/Moodle”, sum videobrotið vísir.
- Far inn á fakið, sum tú hevur beint nú.
3.B
Um at finna, heinta og goyma undirvísingartilfar.

Hygg eftir


Royn teg
- Far inn á punktið “Góð byrjan – Innleiðsla í KT”.
- Heinta og goym fíluna “Royndarskjal” í undirmappuni “Notur” í mappuni “Føroyskt”, sum tú stovnaði í 2. parti.
3.C
Um at lata upgávu inn í LES/Moodle.

Royn teg
- Far aftur undir punktið “Góð byrjan – Innleiðsla í KT”, sum tú vitjaði í áðni. Vel innlatingaruppgávuna “Uppgáva at lata inn”.
- Lat inn fíluna “Roynd at lata inn”, sum tú stovnaði í Word og goymdi í 2. parti.
- Rita út úr LES/Moodle.

Fríska upp
Trýst á yvirskriftina herundir fyri eina stutta uppfrískan av Tímaglasinum.
Fríska uppaftur: Tímaglasið
Uppgávur
2.A
Um at rita inn í Tímaglasið og finna tímatalvu og skúlating.

Hygg eftir

Royn teg
- Rita inn á Tímaglasið
- Finn tímatalvuna inni á Tímaglasinum
- Finn skúlatingini frá læraranum fyri tíman, sum fyrskiparin hevur skrivað á talvuna
- Trýst á leinki til LES/Moodle
- Rita út úr LES/Moodle
4
Outlook

Vitja
Vitja tað høli og ta tænastu á skúlanum, sum fyriskiparin ásetur. Her fáa tú og tínir floksfelagar eitt ark hvør við einari avbjóðing, umframt kunning um møguleikar o.a. á aktuella staðnum.
Far aftur í flokshølið, tá tit hava loyst avbjóðingina. Tak títt eintak av arkinum við tær.

Intro
Ert tú ikki von/vanur at brúka Outlook, lesa og senda teldupost? Og hvussu við at viðfesta fílur?
Í hesum partinum sært tú videobrot um, hvussu tú lesir og svarar telduposti í Outlook, og hvussu tú viðfestir fílur, tá tú sendir teldupost.
Hygg eftir videobrotunum niðanfyri og ger tilhoyrandi uppgávurnar.
Uppgávur
4.A
Um at rita inn í Outlook og lesa og svara telduposti.

Hygg eftir

Royn teg
- Rita inn í Outlook
- Les teldupostin við heitinum “Heilsan frá læraranum 😊”, sum fyriskiparin hevur sent tær
- Skriva hetta svarið til fyriskiparan:
Hey [fornavn á fyriskiparanum]
Takk fyri boðini
Heilsan [títt fornavn] - Send svarið til fyriskiparan
4.B
Um at viðfesta fílu í Outlook online.

Hygg eftir

Royn teg
- Stovna nýggjan teldupost:
- Skriva “At viðfesta fílu” í evnisteigin
- Skriva t-postadressuna, sum fyriskiparin hevur skrivað á talvuna, í móttakarateigin
- Finn fíluna “Skjal-til-læraran”, sum tú stovnaði í 2. parti.
- Viðfest fíluna
- Send teldupostin til fyriskiparan
5
Loys gátuna

Vitja
Vitja tað høli og ta tænastu á skúlanum, sum fyriskiparin ásetur. Her fáa tú og tínir floksfelagar eitt ark hvør við einari avbjóðing, umframt kunning um møguleikar o.a. á aktuella staðnum.
Far aftur í flokshølið, tá tit hava loyst avbjóðingina. Tak títt eintak av arkinum við tær.

Intro
Tú hevur nú loyst nakrar av mest vanligu avbjóðingunum sum nýggjur næmingur á Glasi – óført! 🥳
Uppgáva
5.A
Hvagar leiða brotini frá orðagátuni á spurnabløðunum teg?

Royn teg
- Savna brotini til eitt virkið leinki saman við floksfeløgunum.
- Tøppa inn leinkið og vitja heimasíðuna.