Vit sóknast eftir tveimum reingerðarfólkum. Talan er um eitt fast starv við starvsbyrjan 11. august 2025 og um eitt farloyvisstarv frá 11. august 2025 til og við 31. mars í 2026.
Á Glasi eru áleið 1500 næmingar, lærlingar og lesandi, og her starvast um 250 starvsfólk. Kjarnuuppgávan á Glasi er at útbúgva og búgva næmingar, lærlingar og lesandi. Hesa uppgávu royna vit hvønn dag at røkja samvitskufult og við nærlagni.
Sum reingerðarfólk fært tú ein týdningarmiklan leiklut í okkara kjarnuuppgávu. Sum partur av reingerðartoyminum verður tín høvuðsábyrgd at tryggja eitt reint og væl hildið útbúgvingarumhvørvi fyri øllum á Glasi.
Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur starvsroyndir innan reingerðarøkið. Harumframt leggja vit dent á, at tann, ið sett/ur verður, virðir gott samstarv og er fyrikomandi.
Starvstreytir
Starvsstaðurin er á Glasi. Talan er um fulltíðarstørv. Frítíð verður í stóran mun hildin, tá ið næmingar hava frí. Arbeiðsdagurin er í stóran mun í vanligari arbeiðstíð, teir dagar skúlagongd er.
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag. Fleiri upplýsingar um størvini fáast við at ringja til Álv Jøkladal, tekniska leiðara, á tlf. 568001.
Umsókn við meira skal sendast til starv@glasir.fo. Freistin at søkja er týsdagin 2. juli 2025. Minst til at tilskila um tú søkir fast starv, farloyvisstarv ella bæði.