26. juni var hátíðardámur á Glasi, tá eini 350 næmingar og lærlingar á gymnasialum miðnámi og yrkisnámi endaðu sína skúlagongd her.

Atrium á Glasi var á tremur við næmingum og lærlingum og teirra avvarðandi.

Una Joensen, rektari, flutti fram røðu, har hon hugleiddi um týdningin av góða felagsskapinum. Næmingar á gymnasialum miðnámi og yrkisnámi fluttu eisini fram røðu.

Bólkurin Solstice, sum eru næmingar úr 1. g, hugtóku við inniligum sangi og tónleiki. Tey eru: Ranja Eir Maibrittardóttir, Heiðrun í Dali, Thomas Árni Dam Christophersen, Jón Helgi Klein Lamhauge og Rósa í Stórustovu.

Eftir prógvhandanina var myndatøka, meðan kaffi og okkurt gott afturvið varð borðreitt á 3. hædd. Her savnaðust fólk til prát og lukkuynskingar. Um kvøldið var pisufundur í Plantasjuni.

Vit á Glasi takka fyri tíðina og ynskja tykkum hjartaliga til lukku og blíðan byr framyvir.