Annað skeiðið í føroyskum sum annaðmál á Glasi er liðugt og í farnu viku varð skipað fyri handan av skeiðsváttan, umframt at nøkur fingu prógv fyri hava lokið øll skeið.
Gott og væl 100 skeiðsváttanir vórðu hesu ferð. 63 av næmingunum vóru komnir á Glasir at taka ímóti váttan og prógvi, sum Finn Jensen, dekanur, handaði.
Fernando Trolies, sum er úr Brasil, var boðin sum gestarøðari.
Niðanfyri er røðan hjá Fernando umframt nakrar myndir frá hátíðarhaldinum.
Góðan morgun øll somul
Tá eg hyggi aftur til tíðina, eg flutti til Føroya fyrstu ferð í 2003, síggi eg stórar broytingar í mátanum, vit læra føroyskt uppá. Tá høvdu vit ikki tey amboðini, sum vit hava í dag, og sum hjálpa bæði lærarum og næmingum: Umsetarar, appir, lærubøkur, orðabøkur, tiltøk sum fremja føroyska málið og sjálvandi eisini vitlíki. Tí kundi ein halda, at tað átti at verið lættari at lært eitt annað mál í dag. Eg lærdi føroyskt uppá tann “harða mátan”, eins og nógvir aðrir útlendingar.
At læra eitt nýtt mál er stórt mentalt arbeiði. Vit byggja nýggj sambond í heilanum, tá vit læra eitt nýtt mál. Hugsi um tað: Vit útvikla okkara evnir til at minnast og til at hugsa skjótt. Hetta krevur tíð, venjing og endurtøkur. Disiplin er ikki nakað, vit læra úr bókum. Tað er nakað, vit gera, og sum vísir seg umvegis áhaldni.
Veruleikin er, at tað er torført at halda fast. At venja 3 til 5 ferðir um vikuna. At halda eina kostplan. At lata vera við at eta tann feita grillmatin, sum vit elska. Heilanum dámar væl tað kenda og trygga – og dámar ikki broytingar. Tað fær meg at hugsa, at tað, tit hava avrikað her, er stórt og týdningarmikið. Og tað eiga tit at rósa tykkum sjálvum fyri.
Umfram áhaldni, vil eg eisini nevna eitt annað, sum helt meg motiveraðan til at læra málið; tað er at hava ein stuðlandi felagsskap rundan um meg. Ein stuðladi felagsskapur er sera týdningarmikil, tá ein skal læra eitt nýtt mál – ofta meira enn fólk vita av. Vit kunnu læra grammatik og nýggj orð alla tíðina, men uttan veruligar samrøður, mennast førleikarnir ikki. Ein felagsskapur skapar nátúrligt og týdningarmikið samskifti. Í felagsskapinum finna vit íblástur og síggja onnur gera framstig. Tað minnir okkum á, at tað ber til, tí man stuðlar hvørjum øðrum, tá okkurt er tungt. Í einum felagsskapi kunnu føroyingar vegleiða okkum sum læra føroyskt sum annaðmál uppá ein blíðan og nátúrligan máta. Vit læra eisini slang og orðatøk, sum ikki finnast í orðabókum. Mál er tengt at samleika, virðum og mentan. Ein felagsskapur hjálpur okkum at skilja sálina í málinum – ikki bara orðini. Hetta ger læringina bæði meiningsfulla og eisini neyðuga.
Eg vóni, at tit kunnu fáa ein slíkan felagsskap fyri tykkum, sum læra føroyskt sum annaðmál í Føroyum.
Eg vil eisini nevna eina grein, eg las fyri stuttum um ein polakk, sum eitur Janusz Kamola. Sambært greinini, so megnaði hann ikki at fáa føroyskan ríkisborgaraskap – hóast hann hevði búð í Føroyum í meira enn 30 ár og gjørt alt hann kundi fyri at gerast føroyingur. Eg vil her endurgeva orðini hjá Sjúrða Skaale, fólkatingsmanni, sum royndi at fáa eitt undantak fyri Janusz í fólkatinginum. Sjúrður segði í samrøðu:
“Hetta er ein stórur smeitur, tí Janusz hevur búð í Føroyum í meira enn 30 ár og hevur verið ein mynsturborgari. Hann hevur verið við til at menna MEST, sum í dag er ein av størstu fyritøkunum í Føroyum. Hann var sjálvforsyrgjandi, skuldarfríur, búði í egnum húsi og hevði eina reina straffiattest. Trupulleikin var, at hóast hann skilti rímiliga væl føroyskt, so dugdi hann ikki at tosa tað. Og júst hetta – at duga málið – er eitt púra ófrávíkiligt krav. Tí skuldi eitt undantak gevast, sum sera sjáldan verður givið.”
So nógv krevur skipanin av okkum útlendingum. Hóast vit geva okkara fulla íkast, so er tað ikki nokk, um vit ikki duga at tosa málið. Tíverri fyri Janusz Kamola, var tað ov seint – hann andaðist í mai í ár.
Tað er ein troyst at vita, at myndugleikarnir royna at geva okkum útlendingum møguleikar til at læra føroyskt sum annaðmál, men vegurin er enn langur. Málið er ein týðandi partur av integratiónini, men tað eru lógirnar eisini, og spurningurin er, hvat myndugleikarnir gera fyri, at fleiri útlendingar skulu tíma at læra seg málið, tí sum nú er, er torført at gerast føroyingur, og kunna virka á jøvnum føti við føroyingar.
At duga flótandi føroyskt er avgerandi, tá tað kemur til at fáa føroyskan ríkisborgaraskap. Og hinvegin ikki at duga føroyskt kann hava stórar løgfrøðiligar, praktiskar, samfelagsligar og kensluligar avbjóðingar. Tað kenn gera integrationina í samfelagið sera torføra. Í nøkrum vinnum, t.d. ferðavinnuni og fiskivinnnuni, ber til at klára seg við enskum, men størv í almenna geiranum – t.d. heilsuverki, barnaansing og fyrisiting – krevja føroyskt. Nógv almenn tiltøk, skjøl og kunngerðir eru bert til á føroyskum. Tað kann vera trupult at navigera í heilsu, skatta, útbúgvingar og lógarskipanum uttan góðar førleikar í føroyskum. Hevur man børn í føroyskum skúla, so kann vera torført at hjálpa børnunum við heimaarbeiði, uttan at duga málið.
Ein kensla av einsemi ella ein “vit og tey” kensla og at vera ein “útlendingur fyri lívið” er vanlig, tá tú ikki til fulnar kanst taka lut í lokalum lívi, skemti, traditiónum og mentan. Mál er lykiln til at kenna seg heima og byggja relatiónir. Føroysk mentan – bókmentir, tónleikur og søga – er knýtt at málinum. Uttan føroyskt verður vitanin um føroyskan samleika ofta yvirfladisk. Tí er týdningurin av tí arbeiðinum, sum Glasir og tit øll í FSA gera, sera stórur.
At læra føroyskt snýr seg ikki bara um grammatik ella orð – tað snýr seg um at skapa sambond: Um at kunna heilsa grannanum, skilja leikin hjá barninum, tosa við læknan uttan at ivast og kenna seg ordiliga heima. Við frahaldandi stuðli og opnum samskifti kunnu vit byggja eitt meira viðurkennandi og rúmandi samfelag. Tað snýr seg um at hava eina rødd, kenna seg hoyrdan og eitt pláss við borðið.
So tit øll, sum arbeiða fyri at gera føroyskt mál atkomuligari: Takk fyri. Og til øll tykkum, sum gera ein innsats fyri at læra føroyskt: Gott klára! Tit eru við til at byggja brýr, styrkja felagsskapin og hjálpa til við at skapa eina framtíð, har øll kunnu hoyra til.
Hjartaliga tillukku enn eina ferð. Takk fyri.






