Hevur tú áhuga fyri starvsfólkaviðurskiftum? Kundi tú hugsað tær at samskipa, ráðgeva og umsita hetta økið á Glasi? Dámar tær at arbeiða í einum livandi umhvørvi saman við nógvum starvsfeløgum? So er hetta kanska rætta farloyvisstarvið til tín.
Okkum tørvar ein starvsfelaga, sum kemur at taka sær av samskipan, ráðgeving og dagligum rakstraruppgávum innan HR- og samskiftisøkið. Tú verður partur av stjórnarskrivstovuni og vísir til rektaran. Á stjórnarskrivstovuni, har vit samskipa og menna virksemið á Glasi, eru rektari, vararektari, stjóri fyri næmingatænastuna og fýra starvsfólk, ið arbeiða við HR, samskifti, menning, samskipan og næmingaviðurskiftum.
Arbeiðið fevnir m.a. um:
- Samskipa og ráðgeva í sambandi við starvssetanir og starvsfólkaviðurskifti
- Lýsa, gera og menna ymsar mannagongdir
- Framleiða kunningartilfar til intranet, heimasíðu v.m.
- Fyriskipa og samskipa fundir og tiltøk
- Ymsar fyrifallandi uppgávur
Førleikakrøv:
- Hevur viðkomandi útbúgving og/ella viðkomandi arbeiðsroyndir
- Góð evni at samstarva og samskifta
- Góðan KT-førleika
- Dugir og dámar væl at skriva
- Ert sjálvstøðug/ur, forvitin, ágrýtin, fleksibul og megnar fleiri uppgávur í senn
- Trívist at arbeiða í toymum
Tað kann vera ein fyrimunur, um tú:
- Hevur kunnleika til galdandi reglur, lógir og sáttmálar á økinum
- Hevur royndir á útbúgvingarøkinum
- Hevur royndir at arbeiða við samskifti, intraneti og heimasíðu
Løn og setanartreytir:
Sambært sáttmála millum avvarandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið.
Talan er um farloyvisstarv, við setan frá 1. februar 2026 til 28. februar 2027. Farloyvisstarvið er fulltíðarstarv.
Nærri upplýsingar:
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Unu Joensen, rektara á tel 222059 ella t-post ujo@glasir.fo.
Umsókn, lívsrensl saman við møguligum prógvum og viðmælum, skal sendast talgilt til starv@glasir.fo. Umsóknarfreistin er 14. desember 2025.
Um okkum
Á Glasi eru vit um 250 starvsfólk og 1.700 næmingar, lærlingar og lesandi, sum nema sær eina av okkara mongu útbúgvingum á miðnámi, yrkisnámi, hægri námi, serbreyt, skeiðsdeplinum og føroyskum sum annaðmál. Kjarnuuppgávan hjá okkum er at búgva og útbúgva næmingar, lærlingar og lesandi. Hesa uppgávu royna vit hvønn dag at røkja samvitskufult og við nærlagni. Vit stremba eftir at kveikja áhuga og forvitni fyri læring og menning, og meta hetta at vera okkara avgerandi leiklut í samfelagnum.