Kinna Poulsen, undirvísari í myndlist á Glasi, greiðir frá og hugleiðir niðanfyri um tilgongdina at gera myndina til ársins jólaheilsan frá Glasi:
Seinastu vikurnar hava trý hold í myndlist C kýtt seg at gera jólakort. Finnast skuldi ein góð og hugnalig mynd, sum Glasir kann nýta til ársins jólaheilsanir.
70 uppskot
Tá avtornaði vóru yvir 70 uppskot, so tað var ein sonn avbjóðing at velja, tí uppskotini eru mong, ymisk og góð.
Avrátt var tískil at gera eina jólaframsýning uttan fyri myndlistahølini við øllum uppskotum. Henda útstilling hongur allan desembur mánaði.
Tilgongdin
Í einari tíð sum hesari við vitlíki og perfektión, er tað sín søk at tekna og mála á pappír uttan nakra hjálp, tí tað sær skjótt eitt sindur óperfekt út. Ei undur í, at mann tá hevur hug at smæðast og leggja frá sær.
Tess meira imponerandi er tað tá at ignorera hesa troyttandi, sjálvatfinningarsomu røddina, sum vit øll kenna so væl, bæði næmingar og starvsfólk – og bara fara í gongd. Einki er so hugnaligt sum tað hondgjørda, einki er so menniskjaligt sum tað óperfekta.
Vit tosaðu um, hvat tað í grundini er, sum er jólaligt.
Ljós í myrkri helt ein, at koma inn í hitan úr kuldanum ella merkja angan av heitum bollum, tá mann kemur heim móð og troytt.
Nógvar av hesum jólaassosiatiónunum eru dialektiskar við tað, at tær taka støði í tí øvugta. Okkum tørvar ljós, tí tað er myrkt, hita, tí tað er kalt o.s.fr., men hvussu kann mann fáa tílíkar kenslur fram visuelt í myndum? Tað er ikki bara sum at siga tað.
Eg haldi, at tað hevur eydnast øllum næmingum í onkran mun at fáa fram tað fitta, fjálga og ljósa, sum er so tiltrongt hesa ársins tíð.
Vinnaramyndin

Ida Sofie Weihe-Forsmo í 25X hevur gjørt vinnaramyndina, við hópin av hugnaligum ljósi.
Vit síggja Glasir í kava við kavamanni, jólatrøum og hugna, og upp móti tí stóra gula mánanum sæst jólamaðurin, sum er á veg.
Myndin er sera væl teknað og málað. Hon er ævintýrkend og jólalig.
Vit ynskja Idu hjartaliga til lukku og øllum á skúlanum eini gleðilig jól.
Vegna Myndlist á Glasi
Kinna
Niðanfyri eru nøkur av uppskotunum, sum vórðu gjørd í sambandi við verkætlanina. Sum áður nevnt kunnu øll uppskot síggjast á útstillingini við myndlistahølið her í desembur mánaði.








