Vit sóknast eftir einum dugnaligum starvsfelaga at starvast við fjøltáttaðari skúlafyrisiting á Føroya størsta útbúgvingarstovni; ein ið hevur hug og hegni at loysa avbjóðandi og spennandi fyrisitingarligar uppgávur innan miðnámsskúlaøkið og hægri útbúgvingar.

Í tøttum samstarvi við starvsfelagar kemur tú at arbeiða við ymiskum skipanum og mannagongdum, ið tryggja eina vælskipaða umsiting. Tú kemur m.a. at arbeiða við skipanum til umsiting av virksemi, skema, hølum, umframt fíggjar-, lønar- og tíðarskrásetingarskipan. Í summar verður nýggja skúlaumsitingarskipanin Kervi+ tikin í nýtslu, og tú verður við í einum spennandi menningar- og tillagingararbeiði í hesum sambandi.

Uppgávur:

Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. sjálvstøðugt og saman við øðrum at:

  • taka lut og ábyrgd í sambandi við upptøku av næmingum
  • samskifta við næmingar, undirvísarar o.o.
  • umsita og skráseta næmingar, flokkar, tímatalvur, høli, læraravirksemi v.m.
  • fyrireika og fremja próvtøkur, royndir og prógvhandanir
  • røkja ymiskar uppgávur í móttøkuni.

Førleikakrøv:

Vit vænta, at tú hevur skrivstovuútbúgving, hevur hollar telduførleikar og skrivar væl føroyskt. Eisini ímynda vit okkum, at:

  • tú hevur royndir innan fyrisiting og megnar at arbeiða sjálvstøðugt
  • tú trívist at samstarva við nógv ymisk fólk
  • tú virðir gott samskifti, er tænastusinnað/ur og megnar at hugsa loysnir
  • tað fellur tær lætt at arbeiða skipað

Løn og setanartreytir:

Talan er um fast fulltíðarstarv við starvsbyrjan 1. mars 2026 ella eftir nærri avtalu. Setanin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Nærri upplýsingar:

Ynskir tú nærri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Janus Isfeldt, fíggjar- og umstitingarstjóra, á telefon 210330 ella t-post jai@glasir.fo.

Umsóknarfreist:

Umsókn við avritum av prógvum og viðkomandi skjølum skal sendast talgilt til  starv@glasir.fo í seinasta lagi mikudagin 28. januar 2026 kl. 09:00.

Um okkum

Á Glasi eru vit um 250 starvsfólk og 1.700 næmingar, lærlingar og lesandi, sum nema sær eina av okkara mongu útbúgvingum á miðnámi, yrkisnámi, hægri námi, serbreyt, skeiðsdeplinum og føroyskum sum annaðmál. Kjarnuuppgávan hjá okkum er at útbúgva og búgva næmingar, lærlingar og lesandi. Hesa uppgávu royna vit hvønn dag at røkja samvitskufult og við nærlagni. Vit stremba eftir at kveikja áhuga og forvitni fyri læring og menning, og meta hetta at vera okkara avgerandi leiklut í samfelagnum.