Herfyri fóru Alexander Klevang Eikhólm, úr 25x, Jóhan Hendrik Lamain í Horni, úr 24ø og Herbert Holm Johannessen, úr 25x, til Danmarkar at kappast við 80 aðrar næmingar á vinnaraseminarium í George Mohr støddfrøðikappingini.

Teir tríggir endaðu í betru hálvuni av teimum 80. Hetta merkir, at teir allir skulu til eitt seminar aftrat tann 13. til 16. marts og eru formliga enn við í úttøkutilgongdini til støddfrøðiolympiaduna, sum verður Kina í juli mánaði.

Samanumtikið, so eru tríggir føroyingar millum 40 útvald, ið sleppa at royna seg av yvir 15.000 næmingum, sum byrjaðu í kappingini. Tað er sera flott! Hjartaliga til lukku.

Niðanfyri eru nakrar myndir frá vinnaraseminarium.