Ein partur av skúlabyrjanini á Glasi er, at fyrstuflokkar fara eina útferð.
Í ár var einki undantak. Leiðin gekk ymsastaðni her í Føroyum. Onkur vóru útferð vesturi í Vágunum, onnur inni í Eysturoynni og summi valdu at fara útferð í og kring Havnina.
Ein stórur partur av útferðini er at fara út í føroysku náttúruna til samansjóðing av flokkinum. Ymiskt er, hvat lærarar á ferðini leggja dent á. Hesu ferð valdi onkur at gera ymisk spøl og venjingar. Onnur løgdu dent á gongutúr saman við virkisvitjan.
Vit hava savnað nakrar myndir frá onkrum av hesum útferðum niðanfyri.

















Klædnaatstøði vóru inni á Skálafjørðinum har tey m.a. vitjaðu Navia. Her er leinki til eitt videobrot frá túrinum á teirra Instagram-vanga.