Gunnar Restorff, undirvísari á Glasi, hevur givið út nýggja lærubók til støddfrøði C á miðnámsskúlum.
Lærubøkur í støddfrøði hava seinnu árini verið á donskum, tí passandi tilfar hevur vantað á føroyskum. Gunnar helt, at tíðin var búgvin at fáa eina føroyska lærubók til støddfrøði C á miðnámi, og tí hevur hann av sínum eintingum gjørt hetta.
Gunnar og fleiri starvsfelagar hava í eina tíð brúkt brot og partar á føroyskum í síni undirvísing, og hetta er nú vorðið til eina fullfíggjaða bók, sum kom út í summar.
Glasir ynskir Gunnari hjartaliga til lukku við bókini.