Mikumorgunin 2. septembur 2026 gjørdu FSA-flokkarnir á byrjanarstøði ein sandskulptur í Sandagerði. Løtan var góð!
Henda dagin viðraði, og klokkan níggju bíðaðu FSA-næmingarnir í byrjanarføroyskum longu niðri í Sandágerði. Spakar, skuplur, gøtukustar og sprek frá timburdeildini blivu borin út á bera sandin.
Eli Smith listamaður var komin at hjálpa til at skapa sandlistina saman við næmingunum, og fekk hann Stellu úr Kenya at kynda bál, eins og hon er von í heimlandinum. Ímeðan teknaði Napoleon Smith, undirvísari, strikumynd av havtasku upp á sandinum og greiddi næmingunum frá, hvat ið ein havtaska er fyri nakað.
Øll fingu so spaka í hond og gravaðu eitt langt og annað breitt fyri at fáa bunkan nóg høgan til annan part av uppgávuni: at evna til við hondunum. Og har við sjóvarmálan sjóðaðust øll saman á fleiri av teimum 7.000 heimsmálunum, á dagsins latíni, enskum, men mest á føroyskum, sum FSA-lærarar, Vivian, Vár, Rakul og Napoleon leggja eina við at læra næmingarnar – og í næstu løtu hoyrdust kúllarnar úr India benda fyri seg sjálvar “eg gravi, vit lempa sand…”; lettiska Arta og Monika úr Ukraina fingu hvør sína serligu listarligu uppgávu at forma fjaðrar og stert á ljóta risafiskinum. Frammi í grumma kjaftinum runnu næmingar aftur og fram við steinum og skeljum til hóttandi tenn og eygu, tara og grøs til eygnabrýr og kampar.
Sandur er gandur, og hetta var náttúruterapótisk løta fyri øll at fara frá skúlatasku til havtasku, ja – at læra mál ÚTI við bæði hjarta, hendi og fóti. Lidna listaverkið var fagnað við drekkamunni, og tvey sóust skvambla sum kópar úti í stilla sjónum løtu seinni.
“Takk fyri í dag – og síggjast!”




Videobrotið gjørdi Vár Solbjerg Hansen