Hetta vóru yvirskipaðu boðini frá Jakob Sorgenfri Kjær, sum hevði ein fyrilestur fyri næmingum og lærlingum á Glasi.

Fyrilesturin varð hildin í sambandi við SkíggjaSunn átakið, sum Betri Trygging skipar fyri. Hetta er 2. árið á rað, at átakið er.

Jakob Sorgenfri Kjær er journalistur og rithøvundur. Hann hevur í nógv ár tikist við at lýsa, hvat hendir við okkum menniskju, tá skermarnir fáa ræði á okkum.

Á viðkomandi og siðiligan hátt greiddi hann, at tað er neyðugt og ber til at leggja skermarnar til viks. Vit kunnu gera nógv sjálvi, men yvirskipað skal eisini ein mentanarbroyting til, sum minnir um hana, sum forbjóðaði royking í almenna rúminum, og sum broytti roykivanar markant hjá fólki.

Niðanfyri eru nakrar myndir frá fyrilestrinum.