Fyrsta umfar av Georg Mohr kappingini í støddfrøði verður: týsdagin 24. novembur í 2. blokki.
Georg Mohr kappingin er ein kapping við øðrvísi støddfrøðiuppgávum fyri næmingar á miðnámi, ið hava áhuga í støddfrøði.
Freistin fyri tilmelding er fríggjadagin 20. novembur kl. 12:00. Tit kunnu antin tilmelda tykkum gjøgnum tykkara støddfrøðilærara ella við at skriva ein teldupost beinleiðis til Gunnar Restorff, gre@glasir.fo
Mikudagin 18. novembur í 4. blokki verður verkstova, har til ber at royna seg og læra onkur fiff. Eisini finst nógv tilfar á https://www.georgmohr.dk (bæði gamlar royndir umframt 4 hefti við tips á https://www.georgmohr.dk/noter/ ).
Georg Mohr toymið
Gunnar Restorff & Pauli Baadsager