Onki úrslit

Fyriskipan (organisatión)

Tú lærir um hugsjónarliga grundarlagið hjá virkinum og um virkið sum teknisk, sosial og fyrisitingarlig skipan og sum partur av einum størri heimi. Vit viðgera bygnað, arbeiðsbýti, meginreglur fyri fyriskipan, óformliga fyriskipan og broytingar í bygnaði. Starvsøkini og samanhangurin teirra millum verða kannað. Starvsfólkið í virkinum, tørvur og lívsvirði hins einstaka, trivnaður og áhugi á arbeiðsstaði eru týðandi tættir í fakinum. Uppgávur hjá leiðsluni, lívsáskoðan og leiðsluhættir hjá leiðarum hava stóran týdning í einari fyriskipan. Eisini koma vit inn á avgerðarhættir, ætlanir og samskifti.

Fyriskipan C-stig

Les námsætlanina fyri fyriskipan C-stig her

Yvirlit

Henda heimasíða nýtir farspor, fyri at veita tær best møguligu uppliving. Farspor verða goymd í tínum kaga, sum m.a. ger tað møguligt, at kenna teg aftur, tá tú kemur aftur til heimasíðu okkara, og hjálpa okkum at skilja, hvørjar partar av heimasíðuni tú finnur mest áhugaverdar.