Onki úrslit

Landafrøði

Landafrøði gevur vitan um náttúruna og okkara samspæl við hana – bæði  tað jaliga og tað neiliga. Við at títt innlit í náttúru- og samfelagsskapt viðurskifti verður størri, verður tú ment/ur til at vera ein virkin borgari í samfelagnum.

Við vitanini í landafrøði sum grundarlagi, mennast evnini til sjálvstøðuga og fjøltáttaða støðutakan til viðurskifti bæði her heima og úti í heimi. Evni, sum verða viðgjørd kunnu millum onnur verða: jarðskjálvtar, tsunami, jarðfrøði, eldgos, veðurlæra, demografi, stórbýir, burðardygd, ferðavinna, fiskivinna, menningarlond, globalisering, heimshandil og framleiðsla. Afturat hesum kunnu aktuellar hendingar viðgerast í undirvísingina, um talan so er um náttúruvanlukkur, veðurlagsbroytingar ella fráflyting.

Ein týðandi partur av lærugreinini landafrøði er at fara út í náttúruna at eygleiða tað, undirvíst verður í.

Landafrøði B-stig

Les námsætlanina fyri B-stig her

Landafrøði C-stig

Les námsætlanina fyri C-stig her

Yvirlit

Henda heimasíða nýtir farspor, fyri at veita tær best møguligu uppliving. Farspor verða goymd í tínum kaga, sum m.a. ger tað møguligt, at kenna teg aftur, tá tú kemur aftur til heimasíðu okkara, og hjálpa okkum at skilja, hvørjar partar av heimasíðuni tú finnur mest áhugaverdar.