Onki úrslit

Byggifrøði (upptøka januar 2026)

Hægri nám

Byggifrøði

Byggifrøði er ein professiónsbachelor útbúgving, sum tekur 3½ ár. Útbúgvingin er viðkomandi fyri tann, ið hevur áhuga í at arbeiða við byggi-verkætlanum, og fáa innlit í liðinum/fasunar frá húgskoti til klárt er at byggja.

Útbúgvingin er á sama støði sum tann danska útbúgvingin, sum nevnist Bygningskonstruktør.  Glasir hevur tætt samstarv og eina samstarvsavtalu við VIA University í Horsens, ið tryggjar støði.

Starvsmøguleikar og víðari lestur

Útbúgvingin miðar m.a. ímóti størvum í byggivinnuni, hjá ráðgevandi
arkitektum/verkfrøðingum, í egnum virki, ella t.d. hjá virkjum, ið framleiða/selja byggitilfar.

ella

Framhaldslestur á universiteti ella líknandi. Her vegleiða vit fegin.

Bygnaður
  • 1. hálvár: Sethús í einari hædd
  • 2. hálvár: Sethús í upp til 2½ hædd
  • 3. hálvár: Undanframleiðsla
  • 4. hálvár: Íbúðarbygging í fleiri hæddum
  • 5. hálvár: Endurnýggjan (renovering)
  • 6. hálvár: Praktikk
  • 7. Endalig próvtøkuverkætlan
Samstarv við VIA í Horsens

Møguleiki er fyri framhaldslestri í Danmark (Horsens, Århus og Holstebro). Glasir hevur valt at samstarva við VIA Horsens í sambandi við útbúgvingina, sum í Danmark ber heitið Byggetekniker. Orsøkirnar eru fleiri, fyri tann lesandi merkir hetta fyrst og fremst, at útbúgvingin er góðkend uttan fyri Føroyar, og gevur betri møguleikar í sambandi við víðari lestur.

Upptøka og treytir

Fyri at verða tikin upp á útbúgvingina byggifrøði krevst, at umsøkjarin hevur lokið:

  1. gymnasiala miðnámsútbúgving ella
  2. handverkaraútbúgving – eitt nú húsasmiður, snikkari, múrari ella elektrikari.

Um tú hevur tikið útbúgvingina byggitøkni, ella trý tey fyrstu hálvárini av byggitøkni útbúgvingini, kanst tú søkja um at sleppa beinleiðis inn á 4. lestrarhávlár á byggifrøði útbúgvingini. Les meira á heimasíðuni glasir.fo.

Hví lesa Byggifrøði

Et tú ein av teimum, sum ynskir at hava ein avgerandi leiklut í byggivinnuni, átti tú at umhugsað at lisið til Byggifrøðing á Glasi, útbúgvingin tekur 3½ ár tilsamans.

Ein byggifrøðingur er sum ein høgguslokkur í sínum arbeiði, tí hann skal virka innan fleiri øki og fáa hesi øki at samstarva. Á einum nýmótans byggiplássi, hava vit arkitektar, verkfrøðingar og arbeiðstakarar (entreprenørar), sum allir hava sínar uppgávur at loysa. Byggifrøðingurin skal stýra og halda kós í hesum spenningsøki og fáa allar partar at samskifta og samstarva.

Heðin Álvur Gásadal
HEG
Undirvísari

Lærugreinar

Byggitøkni ,  Byggifrøði

Samband

Inga Katrin Winther Næs
IKN
Undirvísari

Samband

Yvirlit

Henda heimasíða nýtir farspor, fyri at veita tær best møguligu uppliving. Farspor verða goymd í tínum kaga, sum m.a. ger tað møguligt, at kenna teg aftur, tá tú kemur aftur til heimasíðu okkara, og hjálpa okkum at skilja, hvørjar partar av heimasíðuni tú finnur mest áhugaverdar.