Bilbreyt
Tú kanst byrja á bilbreytini við ella uttan lærupláss. Bilsmiðútbúgvingin er ein sera breið, spennandi og avbjóðandi útbúgving. Breið, tí alskyns tøkni er samla í einum akfari. Spennnandi, tí tøkniliga verður tú væl ílætin og fer at kenna tøknina aftur, bæði á sjógvi og á landi. Avbjóðandi, tí tú lærir nógva ymiska tøkni, og ikki minst, tí tøknin mennist alsamt.
Í útbúgvingini sum bilsmiður fært tú gjøgnum skúlagongd og verkliga læru vitan og førleikar innan eitt nú eftirlit, viðlíkahald og umvæling av persón- og vørubilum undir 3.500 kilo.
Útbúgvingarlongd: 4 ár
Skúlagongd: Føroyar
Upptøkukrav: Skal hava fylgt undirvísingini til fráfaringarroynd fólkaskúlans (9.flokk)
Eftir lokna útbúgving: Sveinabræv
Hevur tú ikki lærupláss, er seinasta freist at søkja 15. mars á glasir.fo/innskriving.
Tú fært meira at vita um útbúgvingina við at lesa bilkunngerðina her.
Eisini ert tú vælkomin at venda tær til lestrarvegleiðing skúlans á lv@glasir.fo.
Her greiðir Eliesar frá um útbúgvingina:
Útbúgvingarkunngerðin fyri bilsmiðútbúgvingina sigur, hvørjar førleikar lærlingurin skal hava ognað sær við útbúgvingarlok.
Les meira um námskipanina her.
Á Youtube-rásini ‘Glasir Bilsmiðir’ eru fleiri eldri videobrot um alt frá at skifta bremsuskivar til at stilla billyktir, sum tó framvegis eru viðkomandi. Síggj fleiri videobrot her
