Næmingar á yrkisnámi 2 á Hárdeildini (skúlaárið 17/18) vóru í maj mánaða við í eini spennandi verkætlan. Verkætlanin er skipað av Hair Construction, ið er eitt internationalt toymi av hárfríðkarum, ið møtast tvær ferðir um árið og skapa móta til komandi árstíðirnar. Kollektiónin fyri heyst/vetur 2018 varð gjørd her í Føroyum í maj mánaða, og var løgd fram á hármessu í Porto vikuskifti 27. til 29. september. Hair Construction útgevur tvær ferðir um árið bók við hármóta, sum verður nýtt til undirvísing og skeið fyri frisørum og lærlingum. Bókin við vetrarmótanum 2018 eitur PARK og er júst útgivin. Næmingarnir á Glasi hava eitt serligt brot í bókini, sum eitur “Young Talents”. Á Instagram sært tú meira við at leita eftir #whoispark.

Myndirnar, ið okkara næmingar stóðu fyri at styla, eru at síggja í myndasavninum niðanfyri. Har sæst eisini nakað av arbeiðsgongdini, tá næmingarnir fyrireikaðu myndatøkurnar.