Bjarni Rasmussen, sum varð liðugur á Glasi í 2017, fekk fyri stuttum tey gleðiboð, at hann er sloppin inn á virda amerikanska handilsháskúlan Wharton.

The Wharton School er gitin sum heimsins fyrsti Business School og sum besti handilsskúli í heiminum á bachelor-stigi. Skúlin er partur av University og Pennsylvania (upenn) Elon Musk og Warren Buffet teljast millum tey, sum hava gingið á Wharton, sum einans tekur 450 næmingar árliga.

Sjálvur sigur Bjarni: “ Wharton var tann skúlin, eg allarhelst ynskti at koma inn á, men eg tordi illa at seta nøsina upp ímóti tí”. Hetta kemst m.a. av, at Wharton er rættiliga selektivur, tá tey taka lesandi inn. Allir lutir í umsóknini eru kritiskir. Í USA hyggja tey serliga eftir viðmælum – letters of recommendations. Bjarni sigur, at skrivini frá lærarum og rektara á Glasi, umframt frá øðrum lærarum og arbeiðsgevarum, hava verið týðandi fyri endaligu upptøkuna. Glasir hevur fingið bræv frá Bjarna, har hann hjartaliga takkar fyri tíðina á Glasi, fyri penu orðini í viðmælum og fyri tann stuðul, hann hevur fingið. Vit ynskja Bjarna hjartaliga til lukku við upptøkuni á Wharton og takka honum fyri brævið.