Síðani 1990 hava føroyingar savnað pening inn til tekniska skúlan TAEPO í Coches, sum liggur høgt uppi í Andesfjøllunum í Bolivia. Innsavningarnar eru gjørdar í Operatión Dagsverk og Boliviahjálpini. Grundkjarnan í skúlanun, har umleið 120 næmingar fáa útbúgving svarandi til HTX á tekniskum skúla, er føroysk.

Í ár hevur Skótahjálpin valt at peningurin, tey hava savnað inn í ár, skal fara til verkætlanina í TAEPO. Heilar 70.000 krónur vóru lætnar Boliviahjálpini. Peningurin fer til vatnbrunn til drekkivatn og til undirvísingartilfar í ymsu lærugreinunum.

Næmingar á Glasi hava verið úti hjá skótum at greitt frá og kunnað um skúlan í Bolivia og um landið. Eisini hava skótarnir arbeitt við Bolivia á annan hátt.

Ein sera takksom Randi Meitil tók vegna Boliviahjálpina ímóti peninginum frá Skótahjálpini á hátíðarhaldi (sí mynd)