BOLIVIADAGUR 2018 VERÐUR 7. FEBRUAR

26. januar 2018

7. februar fara allir næmingar á skúlanum út at arbeiða fyri at veita stuðul til verkstaðsskúlan TAEPO í Bolivia. Tankin við Boliviahjálpini er, at ung fólk í okkara ríka parti av heiminum hava samhuga við teimum ungu úti í heimi, ið eru verri fyri.

Við úrtøkuni av einum arbeiðsdegi hjá næmingum her í Føroyum ber til at hjálpa ungum í Bolivia at fáa sær eina útbúgving, nakað, sum vit her í Føroyum ofta taka fyri givið.

Glasir stuðla hesum menningararbeiði við at geva næmingunum henda dagin til øðrvísi undirvísing.

Les meira um Bolivia-verkætlanina her