BOLIVIADAGUR 2019 VERÐUR 6. MARS

25. november 2018

7. februar 2018 fóru næmingarnir á Glasi út at arbeiða fyri at veita stuðul til verkstaðsskúlan TAEPO í Bolivia. Tankin við Boliviahjálpini er, at ung fólk í okkara ríka parti av heiminum hava samhuga við teimum ungu úti í heimi, ið eru verri fyri.

Við úrtøkuni av einum arbeiðsdegi hjá næmingum her í Føroyum ber til at hjálpa ungum í Bolivia at fáa sær eina útbúgving, nakað, sum vit her í Føroyum ofta taka fyri givið.

Glasir stuðla hesum menningararbeiði við at geva næmingunum henda dagin til øðrvísi undirvísing. Boliviadagurin 2019 verður mikudagin 6. mars.

Les meira um Bolivia-verkætlanina her

Filmur er gjørdur um verkætlanina. Hann er tøkur í tveimum útgávum:
Gabriel – stutta útgávan (6 min)
Gabriel – Føroysk menningarhjálp í trý áratíggju (25 min)