NÚ BOLIVIADAGURIN NÆRKAST – HANN VERÐUR SÍÐST Í MARS 2022 – HAVA VIT FINGIÐ EINA HEILSAN SENDANDI ÚT BOLIVIA, HAR TEY TAKKA FYRI PENINGIN, TEY FINGU SENDANDI Í FJØR.

Í døgunum 19. til 23. mars 2021 savnaðu lærlingar og næmingar á Glasi pening inn til Boliviahjálpina, føroyska menningarverkætlanin í Bolivia. Á skúlanum TAEPO í bygdini Cochis í Andesfjøllunum hava tey verið hart rakt av korona. Tí var tørvur á meira enn menningarhjálp. Teimum tørvaðu eisini neyðhjálp. Peningurin, tey fingu frá Boliviahjálpini í fjør kom væl við, og tey hava sent okkum hetta takkaskriv (fyrst er spanska útgávan og so ein føroysk umsetinbg):

Queridos feroeses y feroesas.

Que este 2022 venga cargado de mucha paz, amor, bendiciones para cada una de sus familias y de todas las familias de los profesores y alumnos de las islas feroe que nos dan la oportunidad de dar a nuestros niños y jovenes una mejor oportunidad de vida gracias a los conocimientos que adquieren en el TAEPO y todo lo que ustedes nos dan, un fuerte abrazo de todos en el TAEPO

Mínir kæru føroyingar,.

Vit ynskja, at 2022 verður fylt við nógvum friði, kærleika og vælsignilsum til familjuna hjá hvørjum einstøkum næmingi og lærara í Føroyum, sum geva okkara børnum og ungum ein betri møguleika í lívinum takkað veri vitanini, sum tey fáa í TAEPO og øllum øðrum, sum tit geva okkum.

Niðanfyri eru nakrar myndir, vit hava fingið sendandi, sum m.a. vísa nakað av tí, tey hava keypt inn fyri pengarnar.