Onki úrslit

Boliviahjálpin

HJÁLPIÐ OKKUM AT HJÁLPA

Hvørt ár savna vit næmingar á Glasi pening inn til føroysku menningarverkætlanina í Bolivia. Á skúlanum TAEPO í lítlu bygdini Quchis í Andesf-jøllunum eru tey hart rakt av koronu. Tí er tørvur størri menningarhjálp í ár.

Korona ger, at vit ikki kunnu arbeiða fyri peningin, sum vant. Tí er innsavningin í ár øðrvísi, har øll kunnu lata eftir førimuni. Málið er at savna inn 200.000 krónur, sum fara beinleiðis til at menna skúlan.

Her á síðuni kanst velja eina upphædd – 100, 200, 300, 500 ella 1.000 krónur – og gjalda beinleiðis við gjaldskorti. Tú kanst eisini flyta eina upphædd eftir egnum vali á konto 6460 0003763244. Alt ger mun!

Um Boliviahjálpina

Ein dag í februar fara allir næmingar á Glasi út at arbeiða fyri at veita stuðul til verkstaðsskúlan TAEPO í Bolivia. Tankin við Boliviahjálpini er, at ung fólk í okkara ríka parti av heiminum hava samhuga við teimum ungu úti í heimi, ið eru verri fyri.

Við úrtøkuni av einum arbeiðsdegi hjá næmingum her í Føroyum ber til at hjálpa ungum í Bolivia at fáa sær eina útbúgving, nakað, sum vit her í Føroyum ofta taka fyri givið.

Glasir stuðla hesum menningararbeiði við at geva næmingunum henda dagin til øðrvísi undirvísing.

Um tit vilja vita meira um Boliviahjálpina, um skúlan og um Bolivia, ber til at lesa her á síðuni

TAEPO – “Føroyski” skúlin í Bolivia

Í Quchis – stutt frá býnum Sucre, eisini høgt upp í Andesfjøllunum – liggur skúlin TAEPO, sum føroyskur skúlaungdómur var við til at stovna í 1990, og sum miðnámsskúlanæmingar hava stuðlað regluliga síðani 2010.

Skúlin er ein kombineraður handverkara- og studentaskúli og hevur stóran týdning fyri útbúgvingarmøguleikarnar hjá ungum í økinum. Tey ungu fara ofta inn til býirnar í vón um at fáa okkurt arbeiði, men umstøðurnar í býunum fyri ung upprunafólk uttan útbúgving eru sera vánaligar. Foreldur at næmingum í TAEPO leggja tí ofta nógv fyri til at fáa ráð at lata minst eitt av børnunum ganga í skúla. Við handverkaraútbúgvingini hava tey nógv størri møguleika fyri at klára seg og fyri at stuðla familjum sínum fíggjarliga.

Peningurin, sum varð savnaður inn í 2015 fór serliga til tilfar til verkstøðini. Um ikki vit lata stuðul til amboð og tilfar, mugu næmingarnir sjálvir gjalda, og tað hava teir flestu als ikki møguleika fyri. Tí er alt ov lítið til av øllum, og tað, sum er, er slitið og illa farið. Eisini fór nakað av peningi til at gera vesi til næmingarnar á kostskúlanum. Hetta hevur ikki verið áður!

Sum nakað nýtt, og í sambandi við samanleggingina í Glasi, vóru Handilsskúlin og Tekniski Skúlin við í innsavningini í 2016, og tí kom nakað meir av pengum inn í ár, 230.000 kr. Næmingar, foreldur og lærarar á TAEPO biðja í nýggjasta ynskilistanum aftur um stuðul til verkstøðini, t.d. mekaniska verkstaðið: bilur og motorur at arbeiða uppá; metalverkstaðið: sveisiútgerð; el-verkstaðið: perur, káplar, reléir; seymiverkstaðið: toy í alskyns litum, nálir; timburverkstaðið: borimaskina, tengur; møbilverkstaðið: timbur, eikiviður, o.s.fr.

Eitt, sum eisini hevur verið viðgjørt í Bolivia-bólkinum, er um vit kunnu stuðla einstøkum næmingum peningaliga, soleiðis at teir kunnu halda fram at búgva á skúlanum. Tað er ókeypis hjá teimum at ganga í skúlanum, men teir skulu gjalda eitt sindur fyri kost og logi. Ikki allir næmingar hava ráð til hetta, og tað harmar leiðsluna á skúlanum at missa næmingar, sum annars hava góð evni og vilja til lestur. Tey hava tí spurt, um vit evt. kunnu skipa fyri onkrari stuðulsskipan, sum kann hjálpa ávísum serliga gávaðum næmingum. Vit hava játtað eina ávísa upphædd til hetta.

Tey í TAEPO lata heilsa og takka so hjartaliga fyri hjálpina. Hon hevur ovurstóran týdning fyri tey og fyri framtíðarmøguleikar teirra.

Bræv frá næmingi á TAEPO

Góðu vinir í Føroyum

Eg vóni, tit hava tað gott.

Eg eiti Miguel Martínez og eri næmingur á TAEPO. Harumframt selji eg bakað epli fyri at hjálpa ommu míni, tí mamma mín er farin burtur at leita eftir arbeiði.

Mín yndis-ítróttur er fótbóltur. Hetta er annað árið hjá mær á TAEPO. Eg havi lært nógv í snikkara-verkstaðnum og á bilverkstaðnum, og tað dámar mær væl.

Eg havi eisini lært at deila við mínar vinir, at brúka vesini og brúsurnar. Mær dámar eisini væl stríðsítrótt. Her á TAEPO læra tey okkum eisini at uppføra okkum ordiligt, tí tey vilja fegin gera okkum til betri menniskju.

Vinir í Føroyum, eg vil fegin takka tykkum mangar ferðir fyri tykkara samhuga og fyri hjálpina, sum tit geva okkum, soleiðis at vit kunnu halda fram at ganga í skúla. Har eru nógv ung sum eg, ið ikki hava pengar, og TAEPO gevur okkum møguleikan.

Túsund, túsund takk fyri.

Síggjast, takk fyri
Miguel

10 hent leinki um Bolivia

Niðanfyri eru leinki, sum mest eru hugsað til undirvísing og upplýsing um Bolivia. Tey eru skipaði soleiðis, at fyrst er heitið á evni, videobroti ella teksti, og so ein stutt lýsing á føroyskum, sum sigur, hvat tað er um.

  1. Bolivia for sale, with Damian Lewis – um privatisering av náttúrtilfeingi í Bolivia

2. Abuela Grillo: Teknifilmur um Pachamama (móðir jørð) – um náttúru og marknað

3. Náttúrurættindi innskrivað í Boliviansku grundlógini. Grein í The Guardian um m.a. veðurlagsbroytingar og náttúrurættindi (rættindi hjá Móðir Jørð) í Boliviansku grundlógini:

4. Ley de derechos de la Madre Tierra

5. Lluvia.dk:  Ymiskar søgur hjá Bolvianskum kvinnum. Lívsumstøður hjá vanligum Bolivianarum.

6. The mountain that eats men: Silvurnámini í Bolivia.

7. El oro blanco: filmur um at arbeiða í Salar de Uyuni – heimsins størstu saltoyðimørk.

8. The two Bolivias: Rík og fátæk

9. Balonmano: filmur um ommufótbólt í Bolivia.

10. Rita on the Death Road: Um ein kvinnuligan lastbilsjafør á heimsins vandamiklasta vegastrekki.