Bretski sendiharrin í Danmark, Joëlle Jenny, vitjaði á Glasi 17. juni, har hon fekk rundvísing og tosaði við undirvísarar og næmingar á Glasi.

Dávid Isfeld, undirvísari á Yrkisnámi, vísti sendiharranum verkstøðini á Glasi. Á Hægri Námi tosaði sendiharrin við Joshua Glyn-Davies, ið er ættaður úr Onglandi, og sum lesir byggifrøði á Glasi.

Eisini heilsaði sendiharrin uppá Hans Mikkelsen, undirvísara og lestrarvegleiðara á Glasi. Hans er uppkallaður eftir abba sínum, Hans Mikkelsen (kallaður Mikkelsen), sum var skipari á sluppini Eysturoyggin, tá 2. verðaldarbardagi byrjaði.

Júst henda sluppin varð av bretsku myndugleikunum teir fyrstu dagarnar eftir hersetingina av Danmark biðin um at strika Dannebrog og flagga við øðrum flaggi. Hans Mikkelsen hevði Merkið við umborð og vant tað á stong. Nakrar vikur eftir varð Merkið viðurkent sum flagg føroyinga.

Niðanfyri eru nakrar myndir frá vitjanini hjá Joëlle Jenny á Glasi.