Onki úrslit

Akademiútbúgving

Hægri nám

Akademiútbúgving

Akademiútbúgvingin er ein hægri eftirútbúgving, sum byggir á miðnám og verkligar royndir hjá tí lesandi. Útbúgvingin er væl egnað til teirra, sum hava tikið yrkisrættað miðnám, eitt nú skrivstovu- og handilslærlingar. Akademiútbúgvingin er eisini eitt gott alternativ til tey, sum hava gymnasialt miðnám, og sum ynskja sær eina hægri viðkomandi útbúgving, uttan at skula ganga í skúla fulla tíð.

Útbúgvingin er liðilig og kann tískil lagast til títt starv, tíni ynskir og tín tørv. Útbúgvingin er skipað sum parttíðarlestur, har tað ber til at taka eina samlaða útbúgving ella at taka støk modul. Tú kann velja ávísa breyt við fleiri valmøguleikum innan breytina. Akademiútbúgingin er skipað sum parttíðarlestur.

Útbúgvingin fevnir um 5 lærugreinar og endaliga verkætlan. Glasir bjóðar út 3 breytir á útbúgvingini í løtuni, hesar eru:

  • Søla og marknaðarførsla
  • Búskapur og tilfeingi
  • Leiðsla

Glasir bjóðar út 3 lærugreinir á Akademiútbúgvingini hvørt hálvár, eina á hvørjari breyt. Umsóknarblað til Akademiútbúgivngina kann heintast her.

Les meira um breytinar niðanfyri.

Søla og marknaðarførsla

Nógvar føroyskar fyritøkur kappast á altjóða marknaðinum og tí hava føroyskar fyritøkur tørv á starvsfólki, ið kenna til marknaðarførslu av vørum og tænastum á altjóða marknaðinum.

Akademiútbúgvingin í Sølu og marknaðarførslu er til tín, ið starvast innan økið søla og marknaðarførsla. Útbúgvingin gevur tær innlit í, hvat hendir á marknaðinum og tú fært amboð, ið kunnu seta ferð á eftirspurningin eftir vørum og tænastum bæði á heimamarknaðinum og á globala marknaðinum. Útbúgvingin fevnir um tríggjar kravdar lærugreinir, tvær vallærugreinir og eina endaliga verkætlan. sí myndina niðanfyri:

 

 

Á breytini Søla og marknaðarførsla skalt tú velja tvær vallærugreinir. Minst ein vallærugrein skal vera innan merkantila økið, og í mesta lagi ein lærugrein frá øðrum fakøki.

Vallærugreinir á breytini eru: Søluleiðsla, Sølusálarfrøði, Vinnulívsrættur, Útflutningur og altjóðagerð, Altjóða samskifti og Marknaður- og mentanargreining.

Námsætlan (studieordning) um breytina og einstøku lærugreininar, galdandi fyri tey sum eru byrjað aftaná 1. oktobur 2019, er her.

Námsætlan (studieordning) um breytina og einstøku lærugreininar, galdandi fyri tey sum eru byrjað áðrenn 1. oktobur 2019, er her.

Búskapur og tilfeingi

Tað hevur stóran týdning fyri allar fyritøkur at hava skil á búskapi og roknskapi – sama hvat vinnugrein talan er um og stødd á virki.

Akademiútbúgvingin í Búskapi og tilfeingi er til tín, ið starvast innan búskap og logistikk. Útbúgvingin gevur tær innlit í búskapin í virkinum, og hvussu tilfeingið í virkinum kann lagast til virksemið. Útbúgvingin fevnir um tvær kravdar lærugreinir, tríggjar vallærugreinar og eina endaliga verkætlan.

Tá ið tú hevur tikið kravdu lærugreinirnar Vinnubúskapur og Búskaparstýring í verki, hevur tú møguleika at velja ímillum fleiri vallærugreinir innan merkantila økið. Harafturat hevur tú møguleika at velja eina lærugrein innan annað fakøki. Minst tvær av vallærugreinunum skulu vera innan merkantila økið, og  ímesta lagi ein lærugrein frá øðrum fakøki.

 

Vallærugreinir á breytini eru: Altjóða búskapur, Hagfrøði og Rokniark til búskaparstýring og Ársfrásøgn og roknskapargreining.

Námsætlan (studieordning) um breytina og einstøku lærugreininar er her.

Leiðsla

Øll starvsfólk hava tørv á einari dugnaligari leiðslu, annahvørt talan er um eitt verkætlanartoymi ella eina størri altjóða fyritøku. Sum leiðari hevur tú tørv leiðsluamboðum til at røkja leiðsluuppgávuna á ein nøktandi hátt og at motivera starvsfólkini.

Akademiútbúgvingin í Leiðslu er til verandi og komandi leiðarar og fevnir m.a. um starvsfólkaleiðslu, verkætlanarleiðslu, toymisleiðslu og broytingarleiðslu. Útbúgvingin er fyri teg, ið hevur áhuga í at fáa leiðsluamboð og innlit í leiðslu, samstarv og samskifti. Á breytini AÚ í Leiðslu eru tríggjar kravdar lærugreinir: Fyriskipan og starvssálarfrøði, Leiðsla í verki og Strategiskur leiðaraskapur. Harafturat eru tvær vallærugreinir og ein endalig verkætlan.

Á breytini AÚ í Leiðslu skalt tú velja tvær vallærugreinir. Onnur av vallærugreinunum skal vera innan breytina, meðan hin vallærugreinin kann veljast millum allar lærugreinir innan merkantila økið. Vallærugreinir innan breytina eru m.a. HRM og Broytingarleiðsla.

Námsætlan (studieordning) um breytina og einstøku lærugreininar er her.

 

Lærugreinaætlan

Søla og Marknaðarførsla:

  1. Marknaðarkunning og greining (heyst 2018)
  2. Marknaðarstrategi og virkismenning (vár 2019)
  3. Marknaðarætlan og samráðing (heyst 2019)
  4. Vallærugrein 1 (vár 2020)
  5. Vallærugrein 2 (heyst 2020)
  6. Marknaðarkunning og greining (vár 2021)
  7. o.s.fr.

Búskapur og tilfeingi:

  1. Vallærugrein 3 (heyst 2018)
  2. Vinnubúskapur (vár 2019)
  3. Búskaparstýring í verki (heyst 2019)
  4. Vallærugrein 1 (vár 2020)
  5. Vallærugrein 2 (heyst 2020)
  6. Vallærugrein 3 (vár 2021)
  7. o.s.fr.

Leiðsla

  1. Fyriskipan og starvssálarfrøði (heyst 2018)
  2. Strategiskur leiðaraskapur (vár 2019)
  3. Leiðsla í verki (heyst 2019)
  4. Vallærugrein 1 (vár 2020)
  5. Vallærugrein 2 (heyst 2020)
  6. Fyriskipan og starvssálarfrøði (vár 2021)
  7. o.s.fr.

Lærugreinar verða bodnar út, um nóg nógv tekna seg.

Vallærugreinirnar verða bondar út í samráð við lesandi á breytini

Endalig verkætlan verður boðin út so hvørt.

Fyrivarni: Broytingar kunnu koma fyri.

 

Lærugreinar

Á hvørjari breyt skalt tú taka kravdu lærugreinar. Somuleiðis skalt tú velja vallærugreinar.

Leiðslubreytin
Á breytini Leiðsla eru 3 kravdar lærugreinir. Harafturat skulu lesandi velja 2 vallærugreinir. Til ber at velja lærugreinir á breytunum á merkantila økinum. Í mesta lagi 10 ECTS kunnu veljast uttan fyri leiðslubreytina, t.d. á merkantila økinum.

Leiðsla
Fyriskipan og starvssálarfrøði (kravd)
Leiðsla í verki (kravd)
Strategiskur leiðaraskapur (kravd)
Broytingarleiðsla (val)
Human Resource Management (val)
Coaching og ósemjuhandfaring (val)
Upplivingarleiðsla (val)
Eventmanagement (val)
o.s.fr.

Breytir innan merkantila øki
Á merkantila økinum eru fyri hvørja breyt 2-3 kravdar lærugreinir. Lesandi skulu velja 2 ella 3 vallærugreinir, soleiðis at talið av lærugreinum blívur 5 tilsamans. Til ber at velja lærugreinir á øðrum breytum á merkantila økinum. Í mesta lagi 10 ECTS kunnu veljast uttan fyri merkantila økið, t.d. leiðslu.

Søla og marknaðarførsla 
Marknaðarkunning og greining (kravd)
Marknaðarstrategi og virkismenning (kravd)
Marknaðarætlan og samráðing (kravd)
Sølusálarfrøði (val)
Søluleiðsla (val)
Vinnulívsrættur (val)
Útflutningur og altjóðagerð (val)
Altjóða Samskifti (val)
Marknaðar- og mentanargreining (val)
o.s.fr.

Búskapur og tilfeingi:
Vinnubúskapur (kravd)
Búskaparstýring í verki (kravd)
Rokniark til búskaparstýring (val)
Altjóða búskapur (val)
Hagfrøði (val)
Logistikkur/Supply Chain Management (val)
Altjóða flutningur og flutningsjura (val)
Upplivingarbúskapur (val)
o.s.fr.

Bjóða vit ikki tær lærugreinir, sum tú hevur tørv á, ber til at taka lærugreinir á fjarlestri.

Prísur

Fyri hvørja lærugrein rinda lesandi kr. 4.500,-

Fyri endaligu verkætlan, við háttalæru, rinda lesandi kr. 6.000,-

Umframt hetta eru kostnaðir til tilfar (bøkur v.m.)

Á umsóknarblaðnum verður tilskilað, um tann lesandi ella arbeiðsgevarin skal gjalda.

Atgongd til HD, 2. part

AÚ er ein parttíðar lestur, ið telur tað sama sum HD 1. partur. Universitetini, ið bjóða HD útbúgvingar, krevja tó ávísar breytir og eina serliga lærugeinasamanseting fyri at lesandi við AÚ kunnu sleppa inn á HD 2. part. Kravt verður at umsøkjarar við Akademiútbúgvingini hava breytina Søla og marknaðarførsla ella breytina Búskapur og tilfeingi við serligari lærugreinasamanseting. Somuleiðis verður kravt, at tann lesandi hevur háttalæru (erhvervsøkonomisk metode), sum er partur av HD 1. parti. Til ber at taka hesa lærugrein á HD útbúgvingini á Glasi, næstu ferð í heysthálvuni 2019 ella sum fjarlestur á Syddansk Universiteti.

Um tú ynskir atgongd til HD 2. part við breytini Søla og marknaðarførsla, verður Akademiútbúgvingin sett saman av hesum lærugreinum:

  • Søluleiðsla
  • Marknaðarkunning og greining
  • Vinnubúskapur
  • Altjóða búskapur
  • Hagfrøði
  • Vinnulívsrættur
  • Endalig verkætlan
  • Háttalæra (erhvervsøkonomisk metode) á HD 1. parti

Um tú ynskir atgongd til HD 2. part við breytini Búskapur og tilfeingi’, verður Akademiútbúgvingin sett saman av hesum lærugreinum:

  • Vinnubúskapur
  • Búskaparstýring í verki
  • Aljtóða búskapur
  • Hagfrøði
  • Vinnulívsrættur
  • Endalig verkætlan
  • Háttalæra (erhvervsøkonomisk metode) á HD 1. parti

Kunning um HD útbúgvingina, sí http://executive.au.dk/hd/

Framtíðar møguleikar

Við serligari lærugreinasamanseting hava lesandi við Akademiútbúgvingini møguleika at lesa HD 2. part. Eftir lokna Akademiútbúgving ber eisini til at taka aðrar útbúgvingar á diplomstøði. Glasir bjóðar í løtuni diplomútbúgivng í leiðslu.

Upptøka á Akademiútbúgvingina

Upptøkutreytir

Tá tú byrjar lestur á Akademiútbúgvingini skal tú hava:

1) Viðkomandi yrkisútbúgving (t.d. FHS ella SIT og lærutíð) ella
2) viðkomandi grundútbúgving fyri vaksin (t.d. tikin á VUC í DK) ella
3) miðnámsútbúgving ella
4) aðra viðkomandi útbúgving svarandi til støði nevnt í pkt. nr. 1 – 3

og

5) 2 ára viðkomandi starvsroyndir

tilmelding

Tú kanst melda teg til útbúgvingina her.