Onki úrslit

Bilbreyt

Yrkisnám

Bilbreyt

Tú kanst byrja á bilbreytini við ella uttan lærupláss. Bilsmiðútbúgvingin er ein sera breið, spennandi og avbjóðandi útbúgving. Breið, tí alskyns tøkni er samla í einum akfari. Spennnandi, tí tøkniliga verður tú væl ílætin og fer at kenna tøknina aftur, bæði á sjógvi og á landi. Avbjóðandi, tí tú lærir nógva ymiska tøkni, og ikki minst, tí tøknin mennist alsamt.

Í útbúgvingini sum bilsmiður fært tú gjøgnum skúlagongd og verkliga læru vitan og førleikar innan eitt nú eftirlit, viðlíkahald og umvæling av persón- og vørubilum undir 3.500 kilo.

Útbúgvingarlongd: 4 ár
Skúlagongd: Føroyar
Upptøkukrav: Skal hava fylgt undirvísingini til fráfaringarroynd fólkaskúlans (9.flokk)
Eftir lokna útbúgving: Sveinabræv

Hevur tú ikki lærupláss, er seinasta freist at søkja 15. mars á innskriving.fo. Far inn á talgilda umsóknarblaðið her: www.innskriving.fo.

Tú fært meira at vita um útbúgvingina við at lesa bilkunngerðina her

Eisini ert tú vælkomin at venda tær til lestrarvegleiðing skúlans á lv@glasir.fo.

Her greiðir Eliesar frá um útbúgvingina:

Hvat kan eg læra?

Útbúgvingarkunngerðin fyri bilsmiðútbúgvingina sigur, at førleikarnir lærlingurin skal hava ognað sær við útbúgvingarlok, eru hesir:

1)     at greiða úr hondum arbeiði við støði í galdandi reglum um trygd, arbeiðsumhvørvi og góðskuábyrgd,

2)     at umvæla og viðlíkahalda við at nýta handbøkur og elektroniskar leitimiðlar,

3)     at greiða úr hondum tær vanligu arbeiðsuppgávurnar í samstarvi við starvsfelagar og vera við til at menna dygdina og framleidni, umframt at tryggja eitt gott rakstrarúrslit á verkstaðnum og veita góða tænastu til viðskiftafólkið,

4)     at greiða úr hondum eftirlit, kanna brek, umvæla og viðlíkahalda bremsuskipan við tilhoyrandi stýriskipanum,

5)     at greiða úr hondum eftirlit, kanna brek, umvæla og viðlíkahalda ravmagnsskipan og startara,

6)     at greiða úr hondum eftirlit, kanna brek, umvæla og viðlíkahalda róðurgreiðurnar og undirvognin við tilhoyrandi stýriskipanum,

7)     at greiða úr hondum eftirlit, kanna brek, umvæla og viðlíkahalda transmissiónina,

8)     at greiða úr hondum eftirlit, kanna brek, umvæla og viðlíkahalda ljós- og viskaraskipanina,

9)     at greiða úr hondum eftirlit, kanna brek, umvæla og viðlíkahalda mekaniska bygnaðin á bensin- og dieselmotorum,

10)   at greiða úr hondum eftirlit, kanna brek, umvæla og viðlíkahalda motorstýringarskipanir á bensin- og dieselmotorum,

11)   at greiða úr hondum eftirlit, kanna brek, umvæla og viðlíkahalda køli- og klimaskipanina,

12)   at greiða úr hondum eftirlit og gera persónbilar sýnsklárar,

13)   at kanna brek og umvæla trygdar- og hentleikaútbúnaðin,

14)   at kanna brek og umvæla ravmagnsskipanina, tað veri seg við støði í breiðari vitan um talgildu og samgildu ravtøknina og mátiteknik, undir hesum vitan um orkubroytara, samgilda til talgilda broyting, bygnað av tólbúnaði við bus, CPU, tólmenni og I/O-eindum, harumframt vitan um tey serstøku aðalkrøvini og leiðbeiningar fyri dátusamskifti, ið knýtir seg til CAN bus, og

15)   at greiða frá vitan um tøkniliga menning og nýskapan við tí fyri eyga at minka um ávirkanina á umhvørvi, t.d. menning av ravtøknibilum, motortøkni, róðurgreiðir, brennievni, transmissión og brennikyknutøkni.

Harafturat skal næmingurin duga at handfara sveisi- og skeriamboð vandaleyst og hava innlit í at valsa, bukka, skarra og klippa tunnplátur og rætta upp buglur. Næmingurin skal eisini hava innlit í skrokkbygnaðin.

Kravdar lærugreinar og vallærugreinar

Námsskipan

Les meira um námskipanina her.

Video: Youtube-rásin hjá bil-breytini á Glasi

 

 

 

Á Youtube-rásini ‘Glasir Bilsmiðir’ eru fleiri videobrot um alt frá at skifta bremsuskivar til at stilla billyktir. Síggj fleiri videobrot her

Tórolvur Samuelsen
TOS
Leiðandi undirvísari á bil

Lærugreinar

Bil

Samband

Páll Árni Arnason Berg
PAB
Undirvísari

Lærugreinar

Bil
Regin Kristensen
REK
Undirvísari

Lærugreinar

Bil

Samband