Búskaparbreyt
Hevur tú áhuga fyri búskapi og vinnu? Ella hevur tú ein íverksetara í búkinum? So er búskaparbreytin rætta valið. Her verður dentur lagdur á vinnulig, búskaparlig og samfelagslig evni. Tú fært innlit í roknskap, marknaðarføring, samfelagsbúskap, og hvussu tú fert undir egið virki. Undirvísingin strembar eftir at viðgera aktuel evni og spurdómar, sum hava við samfelag og vinnulív at gera. Samstundis viðgera vit samfelagslig viðurskifti í størri høpi: hvussu kann tilfeingið nýtast burðardygt? Hvussu hongur globaliseraði heimurin saman? Hvussu ávirka broytingartíðir vinnulív og vinnumøguleikar?
Virkisbúskapur, sølubúskapur, vinnulívsrættur og altjóða búskapur eru millum tær merkantilu lærugreinirnar, sum eyðkenna breytina. Samstundis er búskaprabreytin tann av breytunum, sum gevur tær størsta møguleikan at seta saman tína egnu útbúgving, har valmøguleikarnir eru størstir. Við at sameina handilsskap við lærugreinar, sum tú velur, gevur búskaparbreytin møguleika fyri víðari lestri á flestu hægri útbúgvingum innan búskap, samfelagsvísindi, verkfrøði og læknavísindi.
Á búskaparbreytini eru fýra leiðir (B1-B4). Leiðirnar eru nevndar eftir teimum A-stigum (og onkuntíð B-stigum), sum eyðkenna leiðina. Á myndini niðanfyri er eitt einfalt dømi um, hvussu leiðin B1 er skipað:
Í teimum fýra køssunum niðanfyri fært tú meira gjølla útgreinað yvirlit yvir tær lærugreinar og teir valmøguleikar, sum tú hevur á leiðunum á búskaparbreytini.
Hetta skalt tú vita og hugsa um, tá tú velir leið á búskaparbreytini:
Á B1, B3 og B4 skal tú velja eina lærugrein úr lærugreinaval 1 (sí lista niðast). Á B2 skal tú velja eitt fremmandamál B umframt lærugrein úr lærugreinaval 1.
Tú ert altíð vælkomin at venda tær til Næmingatænastuna við spurningum um útbúgvingarnar á Glasi. Tú kanst senda teldupost til lv@glasir.fo ella venda tær til ein av lestrarvegleiðarunum í yvirlitinum her.
Fýra leiðir á búskaparbreytini (sí omanfyri)
Ja, hetta er tann breytin, sum fyrr nevndist HH. Hetta er ein lestrarfyrireikandi, almennandi og yrkisfyrireikandi 3-ára gymnasial miðnámsútbúgving, ið gevur møguleika at halda fram á hægri lærustovnum í Føroyum og uttanlands, serstakliga innan merkantila økið. Sum studentur á Búskaparbreytini kanst tú eisini fáa áhugaverd lærupláss t.d. í banka ella trygging.