Byggifrøði
Byggifrøði er ein professiónsbachelor útbúgving, sum tekur 3½ ár. Útbúgvingin er viðkomandi fyri tann, ið hevur áhuga í at arbeiða við byggi-verkætlanum, og fáa innlit í liðinum/fasunar frá húgskoti til klárt er at byggja.
Útbúgvingin er á sama støði sum tann danska útbúgvingin, sum nevnist Bygningskonstruktør. Glasir hevur tætt samstarv og eina samstarvsavtalu við VIA University í Horsens, ið tryggjar støði.
Útbúgvingin miðar m.a. ímóti størvum í byggivinnuni, hjá ráðgevandi
arkitektum/verkfrøðingum, í egnum virki, ella t.d. hjá virkjum, ið framleiða/selja byggitilfar.
ella
Framhaldslestur á universiteti ella líknandi. Her vegleiða vit fegin.
- 1. hálvár: Sethús í einari hædd
- 2. hálvár: Sethús í upp til 2½ hædd
- 3. hálvár: Undanframleiðsla
- 4. hálvár: Íbúðarbygging í fleiri hæddum
- 5. hálvár: Endurnýggjan (renovering)
- 6. hálvár: Praktikk
- 7. Endalig próvtøkuverkætlan
Møguleiki er fyri framhaldslestri í Danmark (Horsens, Århus og Holstebro). Glasir hevur valt at samstarva við VIA Horsens í sambandi við útbúgvingina, sum í Danmark ber heitið Byggetekniker. Orsøkirnar eru fleiri, fyri tann lesandi merkir hetta fyrst og fremst, at útbúgvingin er góðkend uttan fyri Føroyar, og gevur betri møguleikar í sambandi við víðari lestur.
Fyri at verða tikin upp á útbúgvingina byggifrøði krevst, at umsøkjarin hevur lokið:
- gymnasiala miðnámsútbúgving ella
- handverkaraútbúgving – eitt nú húsasmiður, snikkari, múrari ella elektrikari.
Um tú hevur tikið útbúgvingina byggitøkni, ella trý tey fyrstu hálvárini av byggitøkni útbúgvingini, kanst tú søkja um at sleppa beinleiðis inn á 4. lestrarhávlár á byggifrøði útbúgvingini. Les meira á heimasíðuni glasir.fo.
Nærri kunning verður at finna her, tá upptøka verður.
Et tú ein av teimum, sum ynskir at hava ein avgerandi leiklut í byggivinnuni, átti tú at umhugsað at lisið til Byggifrøðing á Glasi, útbúgvingin tekur 3½ ár tilsamans.
Ein byggifrøðingur er sum ein høgguslokkur í sínum arbeiði, tí hann skal virka innan fleiri øki og fáa hesi øki at samstarva. Á einum nýmótans byggiplássi, hava vit arkitektar, verkfrøðingar og arbeiðstakarar (entreprenørar), sum allir hava sínar uppgávur at loysa. Byggifrøðingurin skal stýra og halda kós í hesum spenningsøki og fáa allar partar at samskifta og samstarva.