Onki úrslit

Diplomútbúgving í leiðslu

Hægri nám

Hevur tú leiðsluábyrgd ella væntar tú at fáa leiðsluábyrgd, er Diplomútbúgving í leiðslu (stytt DLÚ) rætta útbúgving fyri teg. Útbúgvingin leggur dent á tína leiðslu og gevur tær møguleika at menna tínar leiðsluførleikar við at sameina innlit í ástøði og leiðslu. Við Diplomútbúgving í leiðslu fært tú eina førleikagevandi altjóða góðkenda útbúgving á 60 ECTS.

Diplomútbúgvingini í leiðslu á Glasi verður m.a. dentur lagdur á:

  • at lærarar hava drúgvar og viðkomandi royndir, her ímillum leiðsluroyndir, vitan og innlit í føroysk viðurskifti.
  • at arbeitt verður við cases og uppgávum, ið taka støði í viðurskiftum og trupulleikum í virkjum og á stovnum.
  • at gestalærarar hava drúgvar royndir í vinnulívinum og leiðslu
  • at lesnaðurin gevur tær innlit í bæði klassiska og nýmótans ástøði um leiðslu, fyriskipan og strategi.

Diplomútbúgvingin í leiðslu er javnsett við bachelor útbúgvingar. Útbúgvingin er skipað sum parttíðarlestur og tekur umleið. 2½ ár. Undirvísingin er millum 2-4 dagar um mánaðin, sí tíðarætlan niðanfyri.

Til ber at taka stakar lærugreinir ella alla útbúgvingina.

Hví fara undir Diplomútbúgving í leiðslu?

Tú kann menna:

  • tínar førleikar sum leiðari
  • hvussu tú handfer avbjóðingar í fyriskipanini
  • vitan um, hvussu tú kann leiða og motivera starvsfólk
  • hvussu tú kann arbeiða við yvirskipaðum málum og strategium

Vit leggja dent á beinleiðis samskifti og samband við lærarar og lesandi og millum lesandi sínámillum. Menning sum leiðari – og harvið eisini tín persónliga menning – er í fokus. Tí verður arbeitt við ástøði og tí verkliga – við støði í fyriskipanum hjá tær og tínum floksfeløgum. Tú fær møguleikan at byggja upp samband við aðrar leiðarar – at skapa og virka í einum netverki.

Bygnaður

Kravdar lærugreinir
– Persónlig leiðsla og broytingar – 10 ECTS
– Starvsfólkaleiðsla og faklig menning – 10 ECTS
– Fyriskipan, menning og samskapan – 10 ECTS

Vallærugreinir
– 3 vallærugreinir – 5 ECTS
– høvuðsuppgáva – 15 ECTS

Útbúgvingin verður boðin út sum stakar lærugreinir. Hetta merkir, at tað ber til at taka eina ella fleiri lærugreinir eftir tørvi og ynskjum hjá tær – ella at taka alla útbúgvingina.

Eftirmeting
Hvør einstøk lærugrein verður eftirmett við próvtøku. Ein kravd lærugrein og vallærugreinirnar verða skipaðar við innanhýsis próvtøkum, restin av próvtøkunum, íroknað endaliga verkætlanin, verða próvdømd uttanhýsis.

Um tú vilt vita meira um próvtøkur, útbúgvingina og bygnaðin, ber til at lesa námsætlan (studieordning) ið tú finnur her.

Tíðarætlan

Undirvísingin er 2-4 dagar um mánaðin.

Nærri kunning um undirvísingarætlan og annað, kanst tú fáa við at venda tær til skúlan.

vallærugreinar

Verkætlanarleiðsla
Búskaparlig leiðsla
Vitanar- og innovatiónsleiðsla
Strategisk leiðsla
Broytingarleiðsla
Leiðsla og coaching
Leiðsla av marknaðarførslu og uttanhýsis samskifti
Leiðsla og heimspeki
Leiðsla við broytingar- og menningar tilgongdum í almenna geiranum
Human Resource Management (HRM) og leiðsla
Leiðsla av sosialum kapitali
Toymisleiðsla

Upptøka

Upptøka krevur eina av hesum útbúgvingum:

  • styttri framhaldsútbúgving, t.d. marknaðarførslubúskap ella fíggjarbúskap.
  • akademiútbúgving
  • HD 1. part
  • bachelorútbúgving
  • ella samsvarandi útbúgving

Somuleiðis verður kravt av umsøkjarin hevur í minsta lagi 2 ára viðkomandi vinnulívsroyndir eftir at hava lokið útbúgving, sum gevur atgongd til Diplomútbúgving í leiðslu.

Um umsøkjarin hevur veruligar førleikar (realkompetencur), ið verða góðkendar at svara til upptøkutreytirnar, er møguleiki at vera tikin inn á útbúgvingina. Umsøkjarin skal skjalprógva realkompetencurnar og verður støða tikin til møguliga atgongd í hvørjum einstøkum føri. Støða verður tikin til møguliga atgongd í hvørjum einstøkum føri.

Útbúgvingin verður boðin út á Glasi í samstarvi við royndan útbjóðara.

Á Diplomútbúgvingini í leiðslu á Glasi verður m.a. dentur lagdur á:

  • at lærarar hava drúgvar royndir og viðkomandi royndir, her ímillum leiðsluroyndir, vitan og innlit í føroyskt viðurskifti.
  • at arbeitt verður við cases og uppgávum, ið taka støði í viðurskiftum og trupulleikum í virkjum og á stovnum.
  • at gestalærarar hava drúgvar royndir í vinnulívinum og leiðslu
  • at lesnaðurin gevur tær innlit í bæði klassiska og nýmótans ástøði um leiðslu, fyriskipan og strategi.

Diplomútbúgvingin í leiðslu er javnsett við bachelor útbúgvingar. Útbúgvingin er skipað sum parttíðarlestur og tekur umleið. 2½ ár. Undirvísingin er 2-4 dagar um mánaðin, sí tíðarætlan omanfyri.

Víðari lestur

Møguleiki er fyri framhaldandi lestri á Master støði. Í løtuni er ikki møguligt at taka master útbúgvingar í leiðslu í Føroyum.

Donsku universitetini bjóða master útbúgving í leiðslu. Eitt nú bjóðar Århus Universitet, www.au.dk, eina røð av master útbúgvingum innan innovatión, leiðslu og fyriskipan.

Upptøkukrøv til master útbúgvingar á Århus Universitet eru viðkomandi útbúgving og 2 ára viðkomandi royndir. Tá talan er um master innan leiðslu er diplomútbúgving í leiðslu at rokna sum viðkomandi.

Fá meira kunning um master útbúgvingar í Danmark á “Uddannelsesguiden”, sí www.ug.dk.

Prísir

Persónlig leiðsla: kr. 15.000
Starvsfólkaleiðsla og faklig menning: kr. 15.000
Fyriskipan, menning og samskapan: kr. 15.000

Valmodul 1: kr. 7.500
Valmodul 2: kr. 7.500
Valmodul 3: kr. 7.500

Høvuðsuppgáva: kr. 22.500

Videobrot um útbúgvingina

TILMELDING

Tú kanst melda teg til DLÚ HER