Onki úrslit

FHS

Gymnasialt miðnám

FHS

FHS er støðisútbúgving innan fyrisiting, handil og skrivstovu. Útbúgvingin tekur eitt ár og endar við próvtøkum og prógvi. Við FHS-prógvi er lærutíðin innan skrivstovu ella handil 3 ár. Við prógvi frá búskaparbreytini er lærutíðin innan skrivstovu og handil 2 ár, meðan hon er 2½ ár við hinum gymnasialu breytunum. Um ein fer í læru uttan nakað miðnámsprógv, er lærutíðin 4 ár, og tá skalt tú taka FHS-prógv tey fyrstu trý árini av lærutíðini.

Á FHS Yrkisnámi eru ymiskar spennandi lærugreinar innan handil og vinnu, har tú lærir um marknaðarførslu, tænastuveiting, roknskap og annað. Eisini er møguleiki at velja tvær ella tríggjar lærugreinar úr vallærugreinayvirlitinum omanfyri. Velur tú støddfrøði C, skalt tú velja eina aðra vallærugrein, og hevur tú tá møguleika at halda á fram á øðrum ári á búskaparbreytini.

Velur tú ikki støddfrøði C, skalt tú velja 3 vallærugreinar, og hevur tú tá ikki møguleika at halda á fram á øðrum ári á búskaparbreytini. Grundin til, at tú bert kanst hava tvær vallærugreinar, um tú velur støddfrøði C er, at støddfrøði C er so stórt í vavi við útbúgvingartíð og næmingatíð og er líka arbeiðskrevjandi sum tvær av hinum lærugreinunum.

Um útbúgvingina

Á FHS Yrkisnámi eru fleiri nýggjar og spennandi lærugreinir innan handil og búskap, har tú lærir um marknaðarførslu, tænastuveiting, roknskap og annað. Eisini er møguligt at læra dekoratión ella at stovna egna fyritøku. Við røttu faksamansetingini á FHS, er møguleiki at halda á fram á 2. árið á Búskaparbreytini.