Onki úrslit

Fíggjarbúskapur

Hægri nám

Fíggjarbúskapur

Ein yrkisakademisk útbúgvingarleið
Fíggjarbúskapur er ein yrkisakademisk útbúgving, sum gevur tær amboð og førleikar, sum tú kanst brúka bæði í almennu og privatu vinnuni. Útbúgvingin er kanska best hóskilig til tey, sum ætla sær eina yrkisleið sum ráðgevar innan banka- ella tryggingar vinnuna.

Ein partur av útbúgvingini eru tríggir mánaðir í starvsvenjing, har tú ognar tær royndir at arbeiða í einari fyritøku, sum hevur ein fíggjarligan profil.

Ein yrkisakademisk útbúgvingarleið leggur dent á innovatión og entreprenørskap, og fokus er á altjóða viðurskifti. Tað ber til at fara uttanlands í starvsvenjing, og vit arbeiða við eini loysn, so tað fer at bera til at velja at vera lesandi á enskum máli.

Tað tekur tvey ár at lesa fíggjarbúskap. Eftir lokið prógv ber til í ein ávísan mun at lesa víðari til professiónsbachelor.

Vit leggja dent á at samstarva við Fróðskaparsetrið um avriksflutning / meritt millum fíggjarbúskap og búskaparútbúgvingina á Setrinum.

Danska og enska heitið á útbúgvingini

Danska heitið á útbúgvingini: Finanssøkonomi og Finanssøkonom

Enska heitið: Financial Management

Starvsmøguleikar og víðari lestur

Hevur tú til dømis lisið fíggjarbúskap, so ber til at halda fram við “Altjóða handli og marknaðarførslu” ella “Sports Management” á akademinum CPH Business í Keypmannahavn, sum er lærustovnurin, ið Glasir samstarvar við um fíggjarbúskap.

Aðrir møguleikar eru eisini. Til dømis ber til at fáa avriksflutning viðvíkjandi HA. Tú kanst eisini lesa víðari á HD 2. Parti, um tú hevur tvey ára vinnuroyndir. Møguleiki er eisini at taka ymsar bachelor útbúgvingar úti í heimi.

Møguleikarnir at fáa arbeiði liggja fyrst og fremst innan hesar vinnur:

  • Peningastovnar
  • Ognarseljarar
  • Tryggingarfeløg
  • Eftirlønarfeløg
  • Grannskoðan og búskapur
  • Ráðgevingar virksemi

Útbúgvingin gevur tær møguleika at søkja inn á hesar professiónsbachelor útbúgvingarnar:

  • Altjóða handil og marknaðarførsla
  • Ítróttarstýring (Sports’ Management)
  • Innovatión og íverkssetan

Professiónsbachelor útbúgvingar taka vanliga 1½ ár.

Glasir hevur samstarv við CPH Business í Keypmannahavn, sum merkir, at ein próvtøka innan fíggjarbúskap í Føroyum verður javnsett við samsvarandi danska útbúgving, tá søkt verður inn á nevndu professiónsbachelorútbúgvingar í Danmark.

Samstarv millum Glasir og Fróðskaparsetur Føroya ger, at søkjast kann um frítøku frá ávísum lærugreinum á búskaparútbúgvingini á bachelor stigi á Setrinum. Nærri kunning um hetta verður tøk seinni.

Samstarv við Århus Universitet ger, at søkjast kann inn á HD seinna part við fjarlestri í Føroyum, um ávís evni verða vald í útbúgvingini. Møguleiki er eisini at søkja um lutvísa frítøku í sambandi við HA lestur.

Høvuðsevnini á útbúgvingini eru:

Fíggjarligt virksemi og marknaður (20 ECTS)
Vinnubúskapur (15 ECTS)
Vinnurættur(10 ECTS)
Samfelagsbúskapur (10 ECTS)
Hagfrøði og háttalæra (10 ECTS)
Kundasamband (5 ECTS)
Privatbúskapur (5 ECTS)
Samskifti (5 ECTS)

Lærugreinir og bygnaður

Tað, vit vanliga kenna sum lærugreinir, verða her nevnd kjarnuøki, og sipað verður til tey átta økini, sum eru nevnd niðanfyri. Harafturat koma útbúgvingarevnini, har arbeitt verður tvørtur um fakligu mørkini í kjarnuøkjunum.Av teimum 120 ECTS stigunum hoyra 80 ECTS til tann kravda partin, sum svarar til kjarnuøkini, meðan tey valfríu útbúgvingarevnini telja tilsamans 10 ECTS. At enda telja starvsvenjing og endalig próvtøkuverkætlan tilsamans 30 ECTS.

Øll útbúgvingarevni, endaliga verkætlanin íroknað, verða dømd eftir galdandi reglum fyri próvtøkur í útbúgvingini. Eitt útbúgvingarevni er staðið, um próvtalið í minsta lagi er 02.

Um tú vilt vita meira um útbúgvingina og uppbygnaðin, ber til at lesa námsætlan (studieordning) ið tú finnur her.

Samstarv við CPH Business í Keypmannahavn

Glasir hevur valt at samstarva við CPH Business í Keypmannahavn í sambandi við útbúgvingina, sum í Danmark ber heitið Finansøkonom. Orsøkirnar eru fleiri, fyri tann lesandi merkir hetta fyrst og fremst, at útbúgvingin er góðkend uttan fyri Føroyar, og gevur betri møguleikar í sambandi við víðari lestur.
Hesum verður greitt nærri frá niðanfyri undir yvirskriftini framhaldandi lestur.

Upptøkur og treytir

Fyri at verða tikin upp á útbúgvingina í fíggjarbúskapi krevst, at umsøkjarin hevur lokið:

  • gymnasiala miðnámsútbúgving,
  • yrkisútbúgving innan handil
  • skrivstovu yrkisútbúgving
  • viðkomandi yrkisútbúgving.

Harafturat krevst at umsøkjari hevur staðið:

  • enskt á C stigi og antin støddfrøði ella virkisbúskap/vinnubúskap á B stigi.
    Upptøkutreytirnar verða nærri lýstar í:

Løgtingslóg nr. 49 frá 9. mai 2005, løgtingslóg um stuttar framhaldsútbúgvingar á yrkisskúlum, og í donsku kunngerðini nr. 248 frá 13. mars 2015, “Bekendtgørelse om adgang til erhvervsakademiuddannelser og professionsbacheloruddannelser” (nærri lýst í skjali 1 til kunngerðina)

{{employee.title}}
{{employee.initials}}
{{employee.job_title}}
Útbúgving {{employee.education}}

Lærugreinar

Samband