Onki úrslit

Framleiðslutøkningur

Hægri nám

Framleiðslutøkningur

Arbeiði við nýhugsan hevur rót í hollari vitan, sum ofta leiðir til íverksetaramentan. Tann dugnaligi Framleiðslutøkningurin hevur “flair” fyri tøkni og praktiskum loysnum – og er samstundis ein kveikjandi leiðari og samskipari, sum trívist við at hava dagligt samskifti við ymiskar fakbólkar.

Samskipari: Jákup Bech Jensen.

Videobrot um útbúgvingina

Starvsmøguleikar og víðari lestur

Starvsmøguleikar:

  • Verkformaður
  • Byggifrøðingur
  • innkeyp og/ella søla
  • framleiðsluleiðari
  • Góðskuefturlit
  • Logistik leiðari

Víðari lesnaður:

Profesiónsbachelor innan Innovatión og Írverksetan á glasi, sí her 

Profesiónsbachelor innan vørumenning og tekniska intergration í Danmark

Tað er eisini møguligt at fáa merit í maskinverkfrøðing útbúgvingini.

 

Høvuðsevnini á útbúgvingini eru:
  • tekniforrit
  • støddfrøði
  • konstruktión
  • virkis-teknikkur
  • umhvørvislæra
  • náttúrulæra og automatikkur
Lærugreinir og bygnaður

·         1. Hálvár: Grundleggjandi – Tekniprogrammir, Støddfrøði, Bygging, virkis-teknikur, umhvørvislæru, náttúrulæru og automatikk.

·         2. Hálvár: Grundleggjandi – Tekniprogrammir, Støddfrøði, Bygging, virkis-teknikur, umhvørvislæru, náttúrulæru og automatikk.

·         3. Hálvár: Spesialisering – Vørumenning ella framleiðslu- og mannagongdar menning

·         4. Hálvár: Praktikk og Høvuðsuppgáva

Samstarv við VIA í Horsens

Glasir hevur valt at samstarva við VIA Hosens í sambandi við útbúgvingina, sum í Danmark ber heitið Produktionsteknolog. Orsøkirnar eru fleiri, fyri tann lesandi merkir hetta fyrst og fremst, at útbúgvingin er góðkend uttan fyri Føroyar, og gevur betri møguleikar í sambandi við víðari lestur.

Upptøka og treytir

Krøvini eru, at tú antin hevur:

  • gymnasiala miðnámsútbúgving ella
  • handverkaraútbúgving – eitt nú húsasmiður, snikkari, múrari ella elektrikari.

Skúlin kann í serstøkum føri geva undantaksloyvi.

Tilmelding

Nýggjur flokkur innan Framleiðslutøkni byrjar í august 2023. Umsøgnarfreistin er 1. juni

Tú kanst melda teg til útbúgvingina her.

Jákup Bech Jensen
JUP
Lærari og samskipari, Hægri Nám

Lærugreinar

Framleiðslutøkni ,  Innovatión
Birgir Petersen
BIP
Leiðandi lærari á el

Lærugreinar

El
Bjarni í Dali
BID
Lærari

Lærugreinar

Alisfrøði ,  El ,  Støddfrøði

Samband

Símin Markus Petersen
SMP
Lærari

Lærugreinar

El ,  Støddfrøði ,  Alisfrøði ,  Framleiðslutøkni

Samband