Fyrireikingarbreyt
Fyrireikingarbreytin er ein tvey ára gymnasial útbúgving, sum serliga er ætlað tær, ið hevur havt ein steðg frá skúlanum, men sum nú ert til reiðar at fara aftur á skúlabonk.
Kravdar lærugreinar á fyrireikingarbreytini eru føroyskt og søga á A stigi, enskt á B stigi, ítróttur og heilsa, støddfrøði, religión og samfelagsfrøði á C stigi. Afturat hesum velur tú eina listalærugrein (C), eitt mál (B ella A) og eina náttúrulærugrein (C).
Fyrireikingarbreytin gevur atgongd til flestu styttri og miðallangar útbúgvingar umframt fleiri hægri útbúgvingar.