Onki úrslit

HD

Hægri nám

HD

HD útbúgvingin er ein viðurkend parttíðar hægri útbúgving fyri komandi og verandi leiðarar í privatum virkjum og á almennum stovunum og virkjum.

HD 1. partur tekur tvey ár og er ein sjálvstøðug grundútbúgving innan vinnubúskap. Tey, sum hava lisið HD 1. part kunnu nýta heitið: Graduate Certificate in Business Administration.

HD 1. partur verður boðin út í samstarvi millum Glasir og Århus Universtitet. Undirvísingin fer fram á føroyskum. Undirvísingartilfarið er enskt og danskt. Próvtøkur, bæði munnligar og skrivligar, eru á donskum.

Upptøkutreytir á HD 1. part er gymnasial miðnámsútbúgving. Áður var tað krav, at lesandi høvdu staðið støddfrøði B, men er hetta kravið dottið burtur. Undirvísingin á HD 1. parti er tó við útgangsstøði í førleikum, ið svara til støddfrøði B.

HD 2. partur tekur eisini tvey ár og velur tú tá sergrein innan Roknskap og Búskaparstýring ella Business.

Í løtuni er møguligt hjá føroyskum lesandi at taka sergreinirna ‘Roknskapur og Búskaparstýrin’ sum fjarlestur. Útbúgvingin verður boðin út av Århus Universitet og verður tú tá lesandi við Århus Universitet. Nýggjur flokkur skipaður við fjarlesturi fyri føroysk lesandi byrjar annað hvørt ár, hetta er treytað av at nóg nógv tekna seg. Nærri kunning um HD 2. part er her

HD fyrri partur

HD 1. partur er settur saman av 6 kravdum lærugreinum, 2 vallærugreinum og endaligari verkætlan. Útbúgvingin tekur 2 ár, um tú lesur innan vanliga tíð.

Undirvísingin, ið er á Glasi við Marknagil í Havn, er vanliga mána- og mikudag kl. 16.30-19.30. Hvør lestrarhálva er áleið 13 vikur. Heysthálvan er í tíðarskeiðinum september – desember við próvtøkum í januar. Várhálvan er í tíðarskeiðinum januar – mai við próvtøkum í mai/juni.

ECTS (European Credit Transfer System) lýsir arbeiðsbyrðuna, sum tú kann rokna við. 60 ECTS er fulltíðarlestur á hægri útbúgving í eitt ár. 1 ECTS fevnir um áleið 27,5 arbeiðstímar hjá tí lesandi. Hetta merkir eitt nú, at tú skal rokna við at nýta áleið 137 arbeiðstímar til t.d. lærugreinina Dátugreining (5 ECTS).

Um tú vilt vita meira um útbúgvingina og bygnaðin, ber til at lesa námsætlan (studieordning), ið tú finnur her.

HD annar partur

HD 2. partur tekur tvey ár og velur tú tá sergrein innan Roknskap og Búskaparstýring ella Business. HD 2. partur er ein diplomútbúgving, sum saman við 2 ára viðkomandi royndum, verður javnsett við bachelor útbúgvingar.

Í løtuni er møguligt hjá føroyskum lesandi at taka sergreinirnar ‘Roknskapur og Búskaparstýring’ sum fjarlestur við Århus Universitet. Fjarlestrartilboðið er treytað av at nóg nógv tekna seg.

Fjarlestrartilboðið fevnir um tær tænastur, sum Århus Universitet bjóðar umvegis internet og aðrar miðlar, umframt at Glasir bjóðar hølir, tøkniliga- og aðra hjálp til endamálið. Til ber eisini at taka allar próvtøkur á Glasi.

Fyri teir partarnir av fjarlestrartilboðinum, sum Glasir hevur eyka kostnaðir av, taka vit ómaksgjald, sum í løtuni er kr. 8.000,- og kemur hetta ómaksgjald omaná tað, sum lesandi rinda fyri sjálvan lesturin og tilfar.

Um tú vilt vita meira um útbúgvingina og bygnaðin, ber til at lesa námsætlan (studieordning), ið tú finnur her.

 

Upptøka

Upptøka á HD 1. parti
Lesandi á HD 1. parti søkja beinleiðis á Glasir. Nýggjur flokkur byrjar annað hvørt ár.

Upptøka á HD 1. parti krevur gymnasiala miðnámsútbúgving. Til ber at søkja um undantak, um tú hevur aðra útbúgving á sama stigi. Tað er Århus Universitet, ið tekur støðu, tá søkt verður um upptøku við undantakið.

Áður var krav, at lesandi høvdu staðið støddfrøði B, men er hetta kravið dottið burtur. Undirvísingin á HD 1. parti er tó við útgangsstøði í førleikum, ið svara til støddfrøði B.

Upptøka á HD 2. parti
Lesandi á HD 2. parti søkja beinleiðis til Handilsháskúlan, Århus Universitet og verða sostatt lesandi við Glasir.

Tilmelding

Tú kanst melda teg til útbúgvingina her.