Innovatión og íverksetan
Ein yrkisakademisk útbúgvingarleið
Tá tú hevur eina styttri framhaldsútbúgving og ynskir at koma upp á bachelor støði, er útbúgvingin Innovatión og Íverksetan (I&E) eitt gilt høvi. Útbúgvingin er eisini viðkomandi, um tú hevur aðra hægri útbúgving og ynskir at nema tær hollan kunnleika á innovativa økinum.
Á útbúgvingini lærir tú at byrja, reka og veksa um nýtt virki ella virksemi hjá verandi virki tvørtur um faklig mørk. Tú lærir at halda skil á allari tilgongdini, frá hugskoti til menning og útinnan. Tú gerst partur av einum hugvekjandi altjóða umhvørvi, sum fremur innovatión.
Ein partur av útbúgvingini eru tríggir mánaðir i praktikk, har tú kanst velja, um tú fert í praktikk hjá eini fyritøku, ella í egnum virki, í Føroyum ella uttanlands.
I&E hevur eisini fokus er á altjóða viðurskifti. Tað ber til at fara uttanlands í praktikk, og vit arbeiða við eini loysn, so tað fer at bera til at velja at vera lesandi á enskum máli.
Útbúgvingin tekur eitt og eitt hálvt ár. Eftir lokið prógv kanst tú kalla teg professiónsbachelor í Innovatión og Íverksetan.
Samskipari: Jákup Bech Jensen.
Nærri kunning verður at finna her, tá upptøka verður.
Eftir útbúgvingina fært tú førleikar til at leiða toymi og byrja, reka og veksa um virki og virksemi. Hettar merkir, at tú gerst ein umbiðin leikari á arbeiðsmarknaðinum, óansæð um tú droymir um at reka egið virki, ella at starvast hjá øðrum, sum til dømis innovatións samskipari ella projektleiðari.
Harafturat vilt tú ogna tær vitan um vaksandi tøkni og virksemi, og kemur at menna eitt breitt netverk bygt á sunt forvitni um framtíðina.
Útbúgvingin tekur støði í amboðum, sum eru ment á framkomnum universitetum sum MIT, Harward og Stanford, og sum eru gjørd atkomulig til tín sum komandi íverkseta.
Útbúgvingin gevur 90 ECTS.
Innovatión, menning og vøkstur
Innovatión
Íverksetan
Virkismenning
Leiðsla
Praktikk
Bachelor verkætlan
Tað, vit vanliga kenna sum lærugreinir, verða her nevnd útbúgvingarevni .
Øll útbúgvingarevni, endaliga verkætlanin íroknað, verða dømd eftir galdandi reglum fyri próvtøkur í útbúgvingini. Eitt útbúgvingarevni er staðið, um próvtalið í minsta lagi er 02.
Talvan niðanfyri vísir yvirlit yvir útbúgvingarevnini:
Um tú vilt vita meira um útbúgvingina og bygnaðin, ber til at lesa námsætlan (studieordning), ið tú finnur her.
Útbúgvingin vil saman við teirri útbúgving tú hevur frammanundan, geva tær nógvar og góðar starvs førleikar bæði innan almenna og privata geiran.,
Ein professiónsbachelor kann halda fram á fleiri ymsum kandidat- og master útbúgvingum bæði í Føroyum, Danmark og uttanlands. Ein møguleiki, ið er væl umtóktur, er cand.soc í jura á Lærda háskúlanum í Keypmannahavn.
Glasir arbeiðir áhaldandi við at skaffa nýggjar og spennandi avtalur við aðrar hægri læristovnar.
Eftir lokna útbúgving kanst tú blíva:
• Virkiseigari
• Projektleiðari
• Innovatións samskipari
• Menningar samskipari
• o.m.a.
Glasir hevur valt at samstarva við CPH Business í Keypmannahavn í sambandi við útbúgvingina, sum í Danmark ber heitið Innovation og Entrepreneurship. Orsøkirnar eru fleiri, men fyri tann lesandi merkir hetta fyrst og fremst, at útbúgvingin er góðkend uttan fyri Føroyar, og gevur betri møguleikar í sambandi við víðari lestur.
Tú kanst blíva upptikin á PBA Innovatión og Íverksetan:
· Um tú hevur tikið ein yrkisakademi útbúgving. Sum til dømis Marknaðarførslubúskap, Fíggjarbúskap, Framleiðslutøkni ella Byggitøkni,
· Aðra útbúgving á Akademi ella Bachelor støði, sum annars líkur treytum fyri upptøku.
Upptøkutreytirnar verða nærri lýstar í:
1. Løgtingslóg nr. 49 frá 9. mai 2005, løgtingslóg um stuttar framhaldsútbúgvingar á yrkisskúlum, og í
2. donsku kunngerðini nr. 248 frá 13. mars 2015, “Bekendtgørelse om adgang til erhvervsakademiuddannelser og professionsbacheloruddannelser” (nærri lýst í skjali 1 til kunngerðina)