Marknaðarførslubúskapur
Ein yrkisakademisk útbúgvingarleið
Tá ið tú fert at velja útbúgvingarleið eru nógv val. Ein leið er tann yrkisakademiska.Tær yrkisakademisku útbúgvingarnar geva tær amboð og førleikar, sum tú kanst brúka beinleiðis bæði í privatu vinnuni og almenna geiranum. Vit taka støði í ítøkiligum casum hjá fyritøkum og feløgum.
Ein partur av útbúgvingini eru tríggir mánaðir i praktikk, har tú ognar tær royndir at arbeiða í einari fyritøku, sum hevur brúk fyri førleikum innan marknaðarførslubúskap. Tað munnu vera fáar fyritøkur, sum ikki hava brúk fyri júst tí.
Ein yrkisakademisk útbúgvingarleið leggur dent á innovatión og entreprenørskap, og fokus er á altjóða viðurskifti. Tað ber til at fara uttanlands í praktikk, og vit arbeiða við eini loysn, so tað fer at bera til at velja at vera lesandi á enskum máli.
Tað tekur tvey ár at lesa marknaðarførslubúskap. Eftir lokið prógv ber til at fara víðari til professiónsbachelor. Til ber at lesa professiónsbachelor í Altjóða Handli og Marknaðarførslu á Glasi.
Enska heitið fyri útbúgvingina er Marketing Management
Um tú til dømis vilt arbeiða í altjóða umhvørvi innan marknaðarførslu, íverksetan, samskifti, búskaparstýring og sølu, er henda útbúgvingin eitt rætt val. Útbúgvingin gevur til dømis førleikar at starvast innan reklamu-, marknaðarførslu-, miðla-, handils- og farmaflutningsøkið. Annars kann nevnast, at útbúgvingin:
- gevur beinleiðis vinnuførleikar,
- gevur beinleiðis atgongd til professiónsbachelor,
- hevur aðrar møguleikar í sambandi við framhaldandi lestur og
- er lagað til føroysk viðurskifti.
Útbúgvingin tekur tvey ár og er á vinnuakademi stigi flokkað sum styttri framhaldsútbúgving. Undirvíst verður á føroyskum, men roknast kann við, at bæði danskt og enskt mál verður nýtt í sambandi við lesnað og próvtøkur.
Útbúgvingin gevur 120 ECTS.
- Altjóða marknaðarførsla og søla
- Búskaparstýring og alheimsbúskapur
- Samskifti, fyriskipan og leiðsla
- Altjóða vinnulívsrættur
Hevur tú lisið Marknaðarførslubúskap, so ber til at halda fram á professiónsbachelor í Altjóða Handli og Marknaðarførslu á Glasi.
Eisini ber til at ber til at lesa víðari uttanlands.
Glasir hevur valt at samstarva við CPH Business í Keypmannahavn í sambandi við útbúgvingina, sum í Danmark ber heitið Markedsføringsøkonom. Orsøkirnar eru fleiri, men fyri tann lesandi merkir hettar fyrst og fremst at útbúgvingin er góðkend uttan fyri Føroyar, og gevur betri møguleikar í sambandi við víðari lestur.
Fyri at verða tikin upp á útbúgvingina í marknaðarførslubúskapi krevst, at umsøkjarin hevur lokið:
- gymnasiala miðnámsútbúgving, yrkisútbúgving innan handil og skrivstovu ella aðra viðkomandi yrkisútbúgving.
Harafturat krevst at umsøkjari hevur staðið:
- enskt á C stigi og antin støddfrøði ella virkisbúskap á B stigi.
Upptøkutreytirnar verða nærri lýstar í:
- Løgtingslóg nr. 49 frá 9. mai 2005, løgtingslóg um stuttar framhaldsútbúgvingar á yrkisskúlum, og í
- “Bekendtgørelse om adgang til erhvervsakademiuddannelser og professionsbacheloruddannelser”, sí https://www.retsinformation.dk/eli/lta/2024/56