Undrast tú á fyribrigdi og samanhangir í náttúruni? Vilt tú hava eina djúpari fatan av tí tøkni, sum í vaksandi mun stýra okkara gerandisdegi? So er náttúrubreytin nakað fyri teg. Her verður dentur lagdur á náttúruvísindalig evni. Tú kanst fara í djúpdina við alisfrøði, lívfrøði og evnafrøði, ella eitt nú landafrøði, stjørnufrøði og teldufrøði. Á hesi breytini verður serliga arbeitt við náttúruvísindaligum háttaløgum og hugsanarhátti. Við at arbeiða bæði ástøðiliga – við modellum og hypotesum – og praktiskt – eitt nú við royndum á kanningarstovum – fært tú innlit í, hvussu náttúran og umhvørvið er uppbygt og samansett.
Á náttúrubreytini hevur tú møguleika at fáa eitt breitt náttúruvísindaligt grundarlag, sum tú kanst byggja víðari á. Alt eftir, hvat tú velur, gevur náttúrubreytin møguleika fyri víðari lestri á flestu hægri útbúgvingum innan náttúruvísindi, verkfrøði, læknavísindi og samfelagsvísindi.
Leiðir á náttúrubreytini
Á hugbreytini eru fimm leiðir (H1-H5). Leiðirnar eru nevndar eftir teimum A-stigum (og onkuntíð B-stigum), sum eyðkenna leiðina. Á myndini niðanfyri er eitt einfalt dømi um, hvussu leiðin H1 er skipað:
Yvirlit yvir leiðina:
Yvirlit yvir leiðina:
Yvirlit yvir leiðina:
Yvirlit yvir leiðina:
Yvirlit yvir leiðina:
Yvirlit yvir leiðina:
Yvirlit yvir leiðina:
B* = framhald av C
A* = framhald av C ella B
A** = tvey-ára gongd – tvey-ára gongd, sum kann veljast 1. árið
Við prógvi frá náttúrubreytini kanst tú søkja inn á allar hægri framhaldsútbúgvingar, tó við teimum avmarkingum, sum framhaldsútbúgvingarnar seta viðvíkjandi lærugreinum og lærugreinastigum. Við prógvi frá náttúrubreytini hevur tú serliga ognað tær førleika at søkja inn á tær náttúruvísindaligu framhaldsútbúgvingarnar.