Onki úrslit

Náttúrubreyt

Gymnasialt miðnám

Undrast tú á fyribrigdi og samanhangir í náttúruni? Dámar tær at loysa líkningar og gera útrokningar? Vilt tú hava eina djúpari fatan av tí tøkni, sum í vaksandi mun stýra okkara gerandisdegi? So er náttúrubreytin nakað fyri teg. Her verður dentur lagdur á náttúruvísindalig evni. Tú kanst fara í djúpdina við alisfrøði, lívfrøði og evnafrøði, ella eitt nú landafrøði, stjørnufrøði og teldufrøði. Á hesi breytini verður serliga arbeitt við náttúruvísindaligum háttaløgum og hugsanarháttum. Við at arbeiða bæði ástøðiliga – við modellum og hypotesum – og praktiskt – eitt nú við royndum á kanningarstovum – fært tú innlit í, hvussu náttúran og umhvørvið er uppbygt og samansett.

Á náttúrubreytini hevur tú møguleika at fáa eitt breitt náttúruvísindaligt grundarlag, sum tú kanst byggja víðari á. Alt eftir, hvat tú velur, gevur náttúrubreytin møguleika fyri víðari lestri á flestu hægri útbúgvingum innan náttúruvísindi, verkfrøði, læknavísindi og samfelagsvísindi.

Leiðir á Náttúrubreytini

Upptøkutreytir

Treytin fyri upptøku er, at tú hevur:

  • fullført 9. flokk fólkaskúlans ella hevur samsvarandi útbúgving frá øðrum lærustovni
  • lokið kravdu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki í skrivligum føroyskum, donskum, enskum og rokning/støddfrøði við nóg góðum úrsliti
  • lokið munnligu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki, sum Mentamálaráðið hevur valt út, við nóg góðum úrsliti

Lýkur umsøkjari ikki onkra av omanfyristandandi treytum, kann einstaki skúlin gera eina ítøkiliga meting og taka støðu eftir henni. Vilt tú verða upptikin á náttúrubreytina, skalt tú hava fingið royndarfyrireikandi undirvísing í 2 ár í minsta lagi í alisfrøði og evnafrøði.

Nú ber til at søkja inn á miðnámsútbúgvingarnar við talgildum umsóknarblaði, sum virkar saman við dátugrunni, sum skúlar skráseta støðu- og próvmet í. Brúkar tín skúli dátugrunnin, heintar skipanin sjálv persónsupplýsingar, støðu- og próvmet fram í umsóknarblaðið.

Far inn á talgilda umsóknarblaðið her: www.innskriving.fo. Leiðbeining sæst á heimasíðuni.

Framtíðarmøguleikar

Við prógvi frá náttúrubreytini kanst tú søkja inn á allar hægri framhaldsútbúgvingar, tó við teimum avmarkingum, sum framhaldsútbúgvingarnar seta viðvíkjandi lærugreinum og lærugreinastigum. Við prógvi frá náttúrubreytini hevur tú serliga ognað tær førleika at søkja inn á tær náttúruvísindaligu framhaldsútbúgvingarnar.

N1 – Alisfrøði A, støddfrøði A, lívfrøði B og evnafrøði B

Yvirlit yvir leiðina:

N2 – Evnafrøði A, støddfrøði A og lívfrøði B

Yvirlit yvir leiðina:

N3 – Lívfrøði A, støddfrøði A og evnafrøði B

Yvirlit yvir leiðina:

N4 – Lívfrøði A, enskt A og ítróttur B

Yvirlit yvir leiðina:

N5 – Samfelagsfrøði A, støddfrøði A og evnafrøði B

Yvirlit yvir leiðina:

N6 – Tónleikur A/Myndlist A, støddfrøði A og lívfrøði B

Yvirlit yvir leiðina:

N7 – Biotøkni A og støddfrøði A

Yvirlit yvir leiðina: