Onki úrslit

PBA í Altjóða Handil og Marknaðarføring (AHM)

Hægri nám

Tá tú hevur eina styttri framhaldsútbúgving, sum til dømis Marknaðarførslubúskap, Fíggjarbúskap ella Tænastubúskap, og vil á bachelor støði, er útbúgvingin Altjóða Handil og Marknaðarføring (AHM) á Hægri Nám Glasir títt næsta stig. Útbúgvingin er eisini viðkomandi, um tú hevur aðra hægri útbúgving og vil nema tær hollan kunnleika á merkantila økinum.

Við AHM útbúgvingini hevur tú fakligu førleikarnar at fara undir eina spennandi yrkisleið innan reklamu-, marknaðarførslu-, miðla- , handils- ella shippingvinnuna. Tú verður før/ur fyri sjálvstøðugt at greina, meta um og stýra kompleksum uppgávum innan sølu og marknaðarførslu.

Tú verður klár/ur til sjálvstøðugt at skipa fyri uppgávum innan sølu og marknaðarførslu í størri og smærri virkjum. Tú fær førleikar at arbeiða við keypsatburð, relatiónsmarknaðarføðslu, CRM skipanum, søluleiðslu og virkismenning.

Um tú hevur ein miðnámsútbúgving, tekur útbúgvingin 3½ ár. Um tú hevur lokið eina stutta framhaldsútbúgving, eitt nú Marknaðarførslubúskap, tekur top-up útbúgvingin 1½ ár.

Eftir lokið prógv ert tú professiónsbachelor í Altjóða Handli og Marknaðarførslu, enska heitið er Bachelor of International Sales and Marketing.

Góðir starvsmøguleikar

Eftir loknan lestur innan AHM, hevur tú førleikar til at starvast innan virkis- og brúkaramarknaðin, bæði innan almenna og privata geiran. Útbúgvingin er eitt gott útgangsstøði til eina spennandi starvsleið við góðari løn og nógvari menning.

Økið handil og marknaðarførsla er í stórum vøkstri og krøvini frá alheimsgerðini eru vaksandi, serliga á virkismarknaðinum. Í Føroyum er serliga shipping vinnan eitt sera áhugavert øki, har tú ert væl fyri at átaka tær spennandi avbjóðingar við AHM útbúgvingini í viðførninginum.

Hví lesa AHM

Fyri tað fyrsta, tí tað gevur tær (enn) fleiri møguleikar og styrkir tínar førleikar innan tað tú longu hevur lisið, um tað so er Marknaðarførslu- Tænastu- ella Fíggjarbúskap. Harafturat gevur útbúgvingin nógvar nýggjar førleikar á altjóða støði.

Útbúgvingin gevur 90 ECTS.

Høvuðsevnini á útbúgvingini eru:

  • Keypsatburður á virkismarknaðinum
  • Relatiónsmarknaðarførsla
  • Søla og søluleiðsla
  • Activity based costing
  • CRM skipanir
  • Virkismodellir
  • Virkismenning
  • Val lærugreinar
  • Praktikk
  • Bachelor verkætlan

Samstarv við CPH Business í Keypmannahavn

Glasir hevur valt at samstarva við CPH Business í Keypmannahavn í sambandi við útbúgvingina, sum í Danmark ber heitið International Handel og Markedsføring. Orsøkirnar eru fleiri, men fyri tann lesandi merkir hetta fyrst og fremst, at útbúgvingin er góðkend uttan fyri Føroyar, og gevur betri møguleikar í sambandi við víðari lestur.

Lærugreinir og bygnaður

Fakini verða býtt á kravd fakøki, sum telja 45 ECTS og valfrí fakøki, sum telja 15 ECTS, umframt praktikk og bachelor verkætlan, sum telja 15 ECTS hvør. Innihald og læringsmál verða lýst í námsskipanini. Økini eru hesi:

Einstøku fakini eru hesi:

  • Søla og marknaðarførsla
  • Organisatión og leiðsla
  • Búskapur
  • Supply Chain Management
  • Vinnulívsrættur
  • Háttalæra og vísindaástøði

Valfakini kunnu broytast, men her eru nøkur dømi:

  • ES lóggáva og stórdátur (big data)
  • Innkeyp, samráðing og stórdátur
  • Projektleiðsla og projektsøla

 

Tað, vit vanliga kenna sum lærugreinir, verða her nevnd útbúgvingarevni.

Øll útbúgvingarevni, endaliga verkætlanin íroknað, verða dømd eftir galdandi reglum fyri próvtøkur í útbúgvingini. Eitt útbúgvingarevni er staðið, um próvtalið í minsta lagi er 02.

Talvan niðanfyri vísir yvirlit yvir útbúgvingarevnini:

Um tú vilt vita meira um útbúgvingina og bygnaðin, ber til at lesa námsskipan (studieordning), ið tú finnu her

https://www.cphbusiness.dk/media/82500/pba_issm_studieordning_cba_2023.pdf

Undirvísing

Undirvíst verður í flokki, har tú hevur dagligt samstarv við lesandi og undirvísarar. Tú skalt megna at nýta ástøði í verki, og tí verður ofta arbeitt við verkligum uppgávum frá vinnulívinum tvørtur um faklig mørk. Hettar merkir eisini, at undirvísingin er sera fjølbroytt, og ymsir undirvísingarhættir verða nýttir.

Fyrsta og annað hálvár er millum annað klassaundirvísing, toymis- og case undirvísing, arbeiði við verkætlanum, einstaklingsuppgávur, gestafyrilestrar, case kappingar, rolluspøl. 3. hálvár er talan um virkis praktikk og arbeiði við endaligari bachelor verkætlan við vegleiðing, bæði frá undirvísara og arbeiðsplássi.

Førleikar

Málið at røkka hesum førleikum:

  • Verkligir førleikar: Evni at menna loysnir og vísa tær í verki í sambandi við størri og minni altjóða virki, men eisini í sambandi við egið virki. Førleikarnir fevna um evni at arbeiða við marknaðarførslu, innanhýsis og uttanhýsis marknaðarsamskifti – eisini talgildari marknaðarførslu og búskapi sum heild, harímillum at meta um búskaparligar fylgjur av marknaðarførsluátøkum.
  • Háttabundnir (metodiskir) førleikar: Evni at lýsa ein trupulleika ella eina uppgávu og arbeiða við loysnini eftir skipaðum leisti.
  • Persónligir førleikar: Evni at arbeiða einsæris og í bólki á einum arbeiðsplássi ella í sambandi við at byrja egið virki, við denti á ábyrgd og sjálvræði.

Yvirskipaða málið við útbúgvingini er at arbeiða við heildini og duga at brúka verklig dømi við støði í lærdum ástøði (og øvugt), og vera før/ur fyri at grundgeva fyri atgerðum og loysnum í mun til ein givnan organisatoriskan spurdóm (problemstilling).

Próvtøkur

Á útbúgvingini eru tilsamans 6 próvtøkur. Próvtøkurnar eru býttar sundur eftir útbúgvingarevnum, sum lýst í talvuni her:

Upptøka

Tú kanst blíva upptikin á PBA í Altjóða Handili og Marknaðarførslu, um tú hevur tikið:

  • eina yrkisakademiska útbúgving, sum til dømis Marknaðarførslubúskap, Fíggjarbúskap ella Tænastubúskap, ella
  • aðra útbúgving á Akademi ella Bachelor støði, sum annars líkur treytum fyri upptøku.

Upptøkutreytirnar verða nærri lýstar í:

  1. Løgtingslóg nr. 49 frá 9. mai 2005, løgtingslóg um stuttar framhaldsútbúgvingar á yrkisskúlum, og í
  2. donsku kunngerðini nr. 248 frá 13. mars 2015, “Bekendtgørelse om adgang til erhvervsakademiuddannelser og professionsbacheloruddannelser” (nærri lýst í skjali 1 til kunngerðina)

Nýggjur flokkur byrjar í august . Umsóknarfreistin er 15. juni.

Hetta vænta vit av tær

Av tí at talan er um eina framhaldandi útbúgving, liggur stór ábyrgd fyri góðum úrsliti á tær.

Vit vænta, at lesandi taka ábyrgd fyri egnari læring. Hetta merkir m.a. at lesandi eru ágrýtin, hava áræði og eru virkin í kjaki, undirvísing, bólkaarbeiði, verkætlanum og virksemi á lesnaðinum annars.

Tað er ikki møtiskylda á útbúgvingini, men frávera verður skrásett. Ov nógv frávera kann, saman við meting um lestrarvirkni annars (m.a. innlating av kravdum uppgávum, luttøku í verkætlanum og bólkaarbeiði), nýtast at meta, um lesandi er lestrarvirkin og tí hevur rætt at halda fram á útbúgvingini.

Umsóknarblað

Innskriving fer fram umvegis www.glasir.fo. Umsóknarfreistin er 15. juni. Umsóknarblaðið liggur her.

https://innskriving.glasir.fo/form_page.php?course_id=51

Útbúgvingarstuðul

Stuðul verður veittur eftir galdandi reglum í Føroyum fyri styttri hægri útbúgvingar. Víst verður til heimasíðuna:  www.studni.fo .

Framhaldandi lestur

Útbúgvingin gevur tær møguleika at søkja inn á ymsar master útbúgvingar.

Professiónsbachelor útbúgvingar taka vanliga 1½ ár.

Glasir samstarvar við CPH Business í Keypmannahavn, sum merkir, at ein próvtøka innan Altjóða Handil og Marknaðarførslu í Føroyum verður javnsett við samsvarandi danska útbúgving, tá søkt verður inn á aðrar master/kandidat útbúgvingar í Danmark.

Meira kunning

Kunningartilfar

Løgtingslóg um stuttar framhaldsútbúgvingar á yrkisskúlum (FO)

Kunngerð um atgongd til vinnuakademi- og professiónsbachelorútbúgvingar (DK)

Námsætlan fyri Altjóða Handli og Marknaðarførslu

Vilt tú vita meir

Nærri upplýsingar fáast frá skrivstovu skúlans, tlf. 61 66 00 alla í telduposti post@glasir.fo ella beinleiðis frá útbúgvingarleiðsluni, fje@glasir.fo