Serbreyt
Eitt serligt tilboð
Undirvísingin á serbreytini er einstaklingalagað, har dentur verður lagdur á samleikamenningina og trivnaðin. Undirvíst verður bæði einsæris og í bólkum, bæði størri og minni bólkum. Frálæra er í vanligum lærugreinum á hóskandi stigi, og í sosialum førleikum, at duga at handfara egið lív, fólkaræði, samstarv, dannilsi, o.s.fr. Harafturat verður undirvíst í ymiskum handverksyrkjum og kropp og heilsu.
Undirvíst verður eftir OCN skipanini og er tað serliga á sosialu, almennu/dagligu og handverks økjunum at OCN-skipanin verður nýtt sum viðkomandi eftirmetingaramboð.
Endamálið er sostatt persónlig menning, bæði fakliga, likamliga, listarliga, persónliga og sosialt, og full luttøka í samfelagnum. Ein týðandi táttur í lærumálunum er at læra seg at vera virkin partur av samfelagnum. Tað er eyðsæð, at ein lærir best at liva í samfelagnum við at vera í samfelagnum.
Tað er umráðandi at gera greitt, at miðnám merkir ikki endiliga eitt studentsprógv ella vanligt yrkisprógv, men heldur, at talan er um skúlastig millum fólkaskúla og víðari lestur ella arbeiðslívið. Innihaldið á serbreyt er rættiliga nógv øðrvísi enn á miðnám og á hinum yrkisútbúgvingunum. Undirvísingin verður lagað eftir førleikanum hjá einstaka næminginum, soleiðis at hann kennir, at hann megnar uppgávuna og upplivir ein innihaldsríkan gerandisdag saman við javnaldrum, har ein verður virdur sum menniskja hóast avmarkingar.
Útbúgvingin er ætlað at vara í 4 ár, har eitt ár er starvsvenjing. Skúladagurin er heldur styttri enn vanligt – hjá verandi flokki er skúladagurin frá 8.10 til 13.25 mánadag til hósdag og fríggjadag 8.10 til 11.25.
Námsskipanin fyri serbreytir í miðnámsskúlunum sæst HER – saman við frymli til einstaklingslæruætlan og skjølum um mannagongdir og vegleiðingir.
Heldur enn at nýta vanliga próvtalsstigan, verða avrikini á serbreytini eftirmett eftir OCN-skipanini. OCN stendur fyri Open College Network, ið er ein viðurkend skipan, sum verður nýtt um allan heim. Á leinkinum niðanfyri sært tú eitt tíðinda-innslag hjá TV2-Østjylland, ið greiður frá, hvussu OCN-skipanin kann nýtast.