Skrivstovuútbúgving við grein innan fyrisiting
Útbúgvingin, ið tekur 4 ár, er skipað í verkliga læru á góðkendum arbeiðsplássi og skúlagongd. Skúlagongdin er grundskeið, ið er FHS yrkisnám, og tekur eitt ár, og høvuðsskeið, ið tekur 7 vikur, íroknað yrkisroynd, ið er eina viku. Høvuðsskeiðið, ið er 6 vikur, hevur hesar lærugreinir:
- Fyriskipan og leiðslu
- Menning og framtíðin
- Mítt arbeiðspláss
- Søla og marknaðarførsla
- Venjing til yrkisroynd
Innihaldið í lærugreinunum er lýst í námsætlan fyri hvørja lærugrein. Innihaldið í verkligu læruni, ið er knøpp trý ár, er lýst í námsskipan fyri útbúgvingina.
Útbúgvingin tekur 4 ár, tá tú hevur 9./10. floksprógv.
Hon er lutað sundur í verkliga læru og skúlagongd.
Skúlangongdin er skipað í eitt grundskeið og eitt høvuðsskeið. Skúlagongdin verður løgd til rættis í samstarvið við útbúgvingarstaðið.
Grundskeiðið svarar til FHS og vanliga taka lærlingar tvær til tríggjar lærugreinar hvørt skúlaár.
Høvuðsskeiðið fevnir um hesar lærugreinarnar:
- Fyriskipan og leiðsla
- Menning og framtíðin
- Mítt arbeiðspláss
- Søla og marknaðarførsla
- Háttalæra og yrkisroynd
Útbúgvingin tekur 3 ár, tá tú hevur lokið FHS.
Hon er lutað sundur í verkliga læru og skúlagongd.
Skúlangongdin er skipað í eitt høvuðsskeið, sum fevnir um hesar lærugreinarnar:
- Fyriskipan og leiðsla
- Menning og framtíðin
- Mítt arbeiðspláss
- Søla og marknaðarførsla
- Háttalæra og yrkisroynd
Útbúgvingin tekur 2 1/2 ár við miðnámsprógvi (undantikið búskaparmiðnámsprógvi).
Hon er lutað sundur í verkliga læru og skúlagongd.
Skúlangongdin er skipað í eitt høvuðsskeið, sum fevnir um hesar lærugreinarnar:
- Fyriskipan og leiðsla
- Menning og framtíðin
- Mítt arbeiðspláss
- Søla og marknaðarførsla
- Háttalæra og yrkisroynd
Harumframt tekur tú kjarnuhandilslærugreinarnar: sølubúskap, virkisbúskap, kunningtøkni og eina vallærugrein.
Við búskaparmiðnámsprógvi tekur útbúgvingin 2 ár.
Hon er lutað sundur í verkliga læru og skúlagongd.
Skúlagongdin er skipað í eitt høvuðsskeið, sum fevnir um hesar lærugreinarnar:
- Fyriskipan og leiðsla
- Menning og framtíðin
- Mítt arbeiðspláss
- Søla og marknaðarførsla
- Háttalæra og yrkisroynd
Skrivstovuútbúgving gevur á Glasi atgongd til:
- akademiútbúgvingina. Les meira um akademiútbúgvingina her.
- marknaðarførslubúskap, um tú hevur enskt á C stigi og antin støddfrøði ella virkisbúskap á B stigi. Les meira um marknaðarførslubúskap her.
- fíggjarbúskap, um tú hevur enskt á C stigi og antin støddfrøði ella virkisbúskap/vinnubúskap á B stigi. Les meira um fíggjarbúskap her.
- umframt eina røð av øðrum yrkisakademiútbúgvingum. Vitja uddannelsesguiden hjá danska Útbúgvingarráðnum her fyri at fáa nærri kunning