Smiðju- og maskinbreyt
Smiðju- og maskinbreytin umfata yrkir so sum sveising, báta- og skipsmotorar, dreyging, fresing, vatn- og hitaskipanir til sethús, hydrauliskar stýringar, v.m. Sergreinirnar eru maskinsmiður, fínstálsmiður, rustfastur fínstálsmiður, rørsmiður, rør- og blikksmiður og sveisari.
Tú fært meira at vita um útbúgvingina við at lesa kunngerðina um útbúgvingina her.
Eisini er tú vælkomin at seta teg í samband við lestrarvegleiðarar skúlan á lv@glasir.fo.
Møguleiki er at byrja á 1. skúlaskeiði á smiðju- og maskinbreytini við ella uttan lærupláss. Fyri at halda fram á 2. skúlaskeiði krevst lærusáttmáli.
Hevur tú ikki lærupláss, er seinasta freist at søkja 15. mars á innskriving.fo. Far inn á talgilda umsóknarblaðið her: www.innskriving.fo.
Sum lesandi til maskinsmið fært tú grundleggjandi frálæru um maskinur í vinnuni, og tú lærir at forrita, seta upp og dagføra tær.
Undir útbúgvingini lærir tú at framleiða lutir til eitt nú pumpur, vindmyllur, robottar, motorar, flogfør og bilar. Tú fert at fáast við bæði manuellar og automatiskar maskinur.
Maskinsmiðir starvast ymisk støð so sum á skipasmiðjum, verkstøðum og í jarn- og metalídnaðinum.
Sum maskinsmiður arbeiðir tú við stýringstekniskum skipanum og maskinum. Í útbúgvingini lærir tú at byggja upp, forrita, finna brek og at umvæla einfaldar stýringstekniskar skipanir, tú lærir at velja røtt amboð og rætt dátugrundarlag í sambandi við framleiðsluuppgávur.
Eisini lærir tú um framleiðslutilgongdir og at viðlíkahalda og montera høvuðspartarnar av einum motori, at gera minni konstruktiónir av plátu, røri og stálprofilum, og einfaldar viðlíkahaldsuppgávur av eitt nú rørskipanum, pumpum og ventilum.
Útbúgvingarlongd: 4 ár
Skúlagongd: Føroyar
Upptøkukrav: Skal hava fylgt undirvísingini til fráfaringarroynd fólkaskúlans (9.flokk)
Útbúgvingarlongd við miðnám/FHS: 4 ár. Til ber at søkja skúlan, um frítøku fyri almennu lærugreinarnar
Lønar- og arbeiðsviðurskifti: Handverkarafeløgini
Eftir lokna útbúgving: Sveinabræv
Fínstálsmiður arbeiðir við stáli, og uppgávurnar kunnu t.d. vera at framleiða eitt nú trappur, stigar, lás og portur burturúr stáli.
Eisini kann ein fínstálsmiður luttaka í størri uppgávum so sum at byggja vindmyllur og brýr.
Sveisiarbeiði er ein vanligur partur av arbeiðsdegnum, og undir útbúgvingini eru møguligt at taka prógv í sveising.
Í útbúgvingini lærir tú um ymisk sløg av metalli, og hvussu tað kann formast. Ein týðandi partur av arbeiðinum er at velja rætt tilfar og rættan arbeiðshátt til tær ymisku uppgávurnar.
Tú fært grundleggjandi vitan um at viðgera metal. Tú lærir at gera tilskeringar í plátur og rør, at montera lutir, maskinur og installatiónir og at viðlíkahalda framleiðslutól. Harumframt lærir tú at yvirflatu- og eftirviðgera metal og annað tilfar.
Upptøkukrav: Skal hava fylgt undirvísingini til fráfaringarroynd fólkaskúlans (9.flokk)Útbúgvingarlongd: 4 ár. Til ber at søkja skúlan, um frítøku fyri almennu lærugreinarnarEftir lokna útbúgving: SveinabrævÚtbúgvingarheitir: Fínstálsmiður – fyrr eisini Kleinsmiður og Plátu- og konstruktiónssmiður
Bygnaður av útbúgving:
Í lærutíðini verður skift ímillum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla. Her er eitt dømi:
Rustfastur fínstálsmiður lærir at sveisa, bora, skera og sum heild viðgera rustfrítt tilfar, og tú fert eitt nú at framleiða kassar og rørskipanir úr rustfríum tilfari.
Undir útbúgvingini tekur tú eisini prógv í sveising.
Útbúgvingarlongd: 4 ár
Skúlagongd: Føroyar/Danmark (1. og 2. skúlaskeið kunnu takast á Glasir)
Eftir lokna útbúgving: Sveinabræv
Útbúgvingarheitir: Rustfastur fínstálsmiður – fyrr eisini “rustfastur kleinsmiður”
Bygnaður av útbúgving:
Í lærutíðini verður skift ímillum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla. Her er eitt dømi:
Rør- og blikksmiður fæst við at gera og røkja vatn-, hita-, gass- og ventilatiónsinnleggingar í eitt nú sethúsum og virkjum.
Tú gert tunnplátusamankomingar við at sveisa úr aluminiumi, stáli og rustdyggum tilfari, at lodda, klinka o.a., og gera smá skap í plátu-, rør- og stálprofilum í einari samlaðari framleiðslu.
Eisini fert tú at seta HVS-stýrisskipanir upp og geva vegleiðing, umframt at røkja, umvæla, taka mát og gera inndekningar innan yrkið.
Útbúgvingarheitir: Rør- og blikksmiður (Rørsmiður og/ella Blikksmiður)
Útbúgvingarlongd: 4 ár
Eftir lokna útbúgving: Sveinabræv
Bygnaður av útbúgving
Í lærutíðini verður skift ímillum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla. Her er eitt dømi:
Rørsmiðir fáast við at tilevna og røkja HVS-stýrisskipanir, oljuketlar og aðrar orkuskipanir til eitt nú sethús, verksmiðjur og virkir.
Tú fært grundleggjandi frálæru í smiðju- og maskinarbeiði, sum brynjar teg til at virka sum handverkari við eitt nú jarni og metalli.
Rørsmiðir fáast eisini við at gera smærri skap í plátu-, rør- og stálprofilum, og at gera samankomingar og tilskeringar í plátum og rørum.
Útbúgvingarlongd: 4 ár
Skúlagongd: Føroyar/Danmark (1. skúlaskeið kann eisini takast á Glasi)
Upptøkukrav: Skal hava fylgt undirvísingini til fráfaringarroynd fólkaskúlans (9.flokk)
Útbúgvingarlongd við miðnám/FHS: 4 ár. Til ber at søkja skúlan, um frítøku fyri almennu lærugreinarnar
Lønar- og arbeiðsviðurskifti: Handverkarafeløgini
Eftir lokna útbúgving: Sveinabræv
Sveisari arbeiðir við at gera tilskeringar og tilevna rættar-, skráar- og heildarskurð í plátur, rør og tvørskurðir.
Eisini fæst ein sveisari við einfaldar framleiðsluuppgávur, bæði handaligar og við maskinum, og gera skap í plátu-, rør- og stáltvørskurðum.
Aðrar uppgávur eru eitt nú at røkja amboð og viðgera yvirflatur úr metalli og øðrum tilfari, og at leggja tilrættis samansettar sveisiuppgávur.
Útbúgvingarheitir: Sveisari
Skúlagongd: Føroyar (1. skúlaskeið kann eisni takast á Glasi )
Útbúgvingarlongd: 2 ár 6 mánaðir
Í lærutíðini verður skift ímillum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla. Her er eitt dømi: