Onki úrslit

Tænastubúskapur

Hægri nám

Tænastubúskapur

Ein yrkisakademisk útbúgvingarleið
Tá ið tú fert at velja útbúgvingarleið eru nógv val. Ein leið er tann yrkisakademiska.

Tær yrkisakademisku útbúgvingarnar geva tær amboð og førleikar, sum tú kanst brúka beinleiðis bæði í almennu  og privatu vinnuni. Vit taka støði í ítøkiligum dømum og “casum” úr fyritøkum og feløgum.

Ein partur av útbúgvingini eru tríggir mánaðir i praktikk, har tú ognar tær royndir at arbeiða í einari fyritøku, sum hevur brúk fyri førleikum innan tænastubúskap. Tað munnu vera fáar fyritøkur, sum ikki hava brúk fyri júst tí.

Ein yrkisakademisk útbúgvingarleið leggur dent á innovatión og entreprenørskap, og fokus er á altjóða viðurskifti. Tað ber til at fara uttanlands í praktikk.

Tað tekur tvey ár at lesa Tænastubúskap. Eftir lokið prógv ber til at fara víðari til professiónsbachelor.

Hvussu eitur útbúgvingin á donskum og enskum?

Danska heitið: Serviceøkonomi

Enska heitið: Service Economics

Tilmelding

Nærri kunning verður at finna her, tá upptøka verður.

Video: Um útbúgvingina

 

Guðrið Højgaard hugleiður um útbúgvingina her

Hví lesa Tænastubúskap

Ert tú ein av okkum, sum ynskir at tænastustøði í Føroyum skal vera so høgt sum gjørligt, og ert tú ein av okkum, sum ynskir at fremja hettar í verki, átti tú at umhugsa Tænastubúskap á Glasi.
Tænastubúskapur er ætlað teimum, sum ynskja eina yrkisleið innan tænastuvinnuna og síggja møguleikarnar, framum forðingarnar, við tænastuvinnuni her á landi.

Tænastuvinnan er ein av teimum størstu í Føroyum og er í støðugari menning. Tín styrki verður tænastudesign og menning innan uppliving, sum gera teg føran fyri at arbeiða á fleiri økjum innan tænastuvinnuna í Føroyum og uttanlands, millum annað á hotellum, matstovum, ferðaskrivstovum, flogfeløgum, eventskrivstovum og innan ítrótt, eins og tú kanst arbeiða innan “non-profit” øki, sum á søvnum og á almennum stovnum.

Tú skal velja tænastubúskap, tí útbúgvingin

• gevur beinleiðis vinnuførleikar,
• gevur beinleiðis atgongd til professiónsbachelor,
• hevur aðrar møguleikar í sambandi við framhaldandi lestur og
• er lagað til føroysk viðurskifti.

Útbúgvingin tekur tvey ár og er á vinnuakademi stigi flokkað sum styttri framhaldsútbúgving. Undirvíst verður á føroyskum, men roknast kann við, at bæði danskt og enskt mál verður nýtt í sambandi við lesnað og próvtøkur.

Útbúgvingin gevur 120 ECTS.

 

Høvuðsevni á útbúgvingini eru:

·         Tænasta og upplivingar

·         Virkisfatan

·         Samstarv og relatiónir

·         Virkismenning

Lærugreinir og bygnaður

Tað, vit vanliga lýsa sum lærugreinir ella fak, verða her savnað undir útbúgvingarøki, har arbeitt verður tvørtur um fakligu mørkini í økjunum.

Av teimum 120 ECTS stigunum hoyra 70 ECTS til tann kravda (obligatoriska) partin, meðan tey valfríu útbúgvingarevnini telja tilsamans 20 ECTS. At enda telja starvsvenjing og endalig próvtøkuverkætlan tilsamans 30 ECTS.

Øll útbúgvingarøkini, endaliga verkætlanin íroknað, verða dømd eftir galdandi reglum fyri próvtøkur í útbúgvingini. Eitt útbúgvingarøki er staðið, um próvtalið í minsta lagi er 02.

Talvan niðanfyri vísir yvirlit yvir útbúgvingarøkini:

Um tú vilt vita meira um útbúgvingina, ber til at lesa námsætlan (studieordning), ið tú finnur her

Framtíðar møguleikar

Hevur tú lisið tænastubúskap, so ber til at halda fram á ymsum professiónsbachelor útbúgvingum á akademinum CPH Business i Keypmannahavn, eitt nú “International hospitality management”, “Sportsmanagement”, “International handel og markedsføring” og “Innovatión og Íverksetan”

Á Glasi ber til at lesa PBA í Innovatión og Íverksetan, men Glasir arbeiðir fram ímóti, at fáa fleiri PBA útbúgvingar til Føroya.

Ein professiónsbachelor kann halda fram á fleiri ymsum kandidat- og master útbúgvingum bæði í Føroyum, Danmark og aðra staðni.

Samstarv við CPH Business í Keypmannahavn

Glasir hevur valt at samstarva við CPH Business í Keypmannahavn í sambandi við útbúgvingina, sum í Danmark ber heitið ServiceSøkonom. Orsøkirnar eru fleiri, men fyri tann lesandi merkir hettar fyrst og fremst at útbúgvingin er góðkend uttan fyri Føroyar, og gevur betri møguleikar í sambandi við víðari lestur.

Upptøka og treytir

Fyri at verða tikin upp á útbúgvingina í Tænastubúskapi krevst, at umsøkjarin hevur lokið:

  • gymnasiala miðnámsútbúgving, við Støddfrøði C ella Virkisbúskapi/vinnubúskapi C, ella eina viðkomandi yrkisútbúgving.

Upptøkutreytirnar verða nærri lýstar í:

  1. Løgtingslóg nr. 49 frá 9. mai 2005, løgtingslóg um stuttar framhaldsútbúgvingar á yrkisskúlum, og í
  2. donsku kunngerðini nr. 248 frá 13. mars 2015, “Bekendtgørelse om adgang til erhvervsakademiuddannelser og professionsbacheloruddannelser” (nærri lýst í skjali 1 til kunngerðina).
Jákup Bech Jensen
JUP
Undirvísari og samskipari

Lærugreinar

Framleiðslutøkni ,  Innovatión
Heri á Rógvi
HER
Undirvísari

Samband