Tilvirkisatstøði
Tilvirkisatstøði arbeiðir við handverks-traditiónum innan tilfar og tekstil. Her ber til at fáa eina grundvitan innan tekstilhandverk, tilfarsvitan, design og at læra um møguleikarnar at skapa við hesum. Á tilvirkisatstøði koma næmingarnir ígjøgnum verkætlanir, har tey læra at arbeiða við handverkinum, designtólum og skapandi prosessum.
Niðanfyri sært tú almennu greinarnar (allar á C-stigi) og yrkislærugreinarnar, sum eru serligar fyri tilvirkisatstøði
Tú fært meira at vita um útbúgvingina við at lesa kunngerðinaum útbúgvingina her
Eisini ert tú vælkomin at venda tær til lestrarvegleiðing skúlans á lv@glasir.fo.
Tilvirkisatstøði byrjar í august 2022
Her arbeiðir næmingurin við eitt nú føroyskari ull. Frá hon er tikin av seyðinum til lidnu vaskaðu rávøruna. Eisini lærir næmingurin grundina innan at garva seyðaskinn og fiskaskræðu.
Næmingurin fær handaligan og tekniskan kunnleika innan binding, veving, hekling, broderí, tøving v.m.. Hetta verður m.a. gjørt við, at næmingurin fer gjøgnum at gera royndir og uppgávur innan nevndu tólini.
Niðanfyri sært tú tær almennu lærugreinarnar (hesar eru allar á C-stigi) og yrkislærugreinarnar, sum fevna um bæði árini.
Við hjálp av verkætlanum lærir næmingurin at umseta tey tekstilu amboðini til vøru. Hetta verður gjørt við at læra kreativ- og designtól í verkætlanum, sum kunnu lata upp fyri nýggjum møguleikum í framleiðslumenningini.
Búfrøðina lærir næmingurin um í samstarv við Búnaðarstovuna. Har verður m.a. greitt frá siðvenjum innan djórahald í Føroyum.
Tilfarslæran fer runt um øll hugsandi fibur: djóra-og plantufibur, umframt tey syntetisku. Næmingurin hevur lesitilfar í hesum faki, umframt fyritøkuvitjanir og praktiskar royndir.
Søga innan tekstil og sniðgevan verður lærd við frásjón úr staðbundnari og altjóðari siðvenju. Næmingurin hevur ymiskt lesitilfar umframt verkætlanir, sum einstaklingur og í bólki fyri at nema sær gjøllari kunnleika innan hetta økið.
Útbúgvingin tekur 2 ár.